Fløgurnar hjá Kringvarpinum seldu mest

Ein uppgerð er nú komin út, sum vísir, at Syng Mín Sál 2, sum Kringvarp Føroya hevur útgivið, og Úr Sangskattinum við Tórshavnar Big Bang vóru tær mest seldu fløgurnar í fjør. Á triðja plássi liggur fløgan Kom við mær hjá Páll Finnur Páll.

 

Tað er sálmafløgan hjá Kringvarpinum, sum flest føroyingar ognaðu sær í fjør. Harnæst er fløgan hjá Tórshavnar Big Band, og á triðja plássi er Kom við mær frá Páll Finnur Páll.

 

Tað vísir ein uppgerð, sum Kringvarpið hevur fingið frá Gissur Patursson.

 

Uppgerðin byggir á tøl frá Gramex Grunninum.

 

Her er listin yvir mest seldu fløgur í 2011.

 

1.: Syng Min sál 2 - Kringvarp Føroya

 

2.: Úr Sangskattinum - Tórshavnar Big Band

 

3.: Kom við mær - Páll Finnur Páll

 

4.: Enn Stendur Hurð Mín Opin - Hallur

 

5.: Belias Synir - Swangah Dangah

 

6.: Ævintyrarferðir vid Dánjal & Búa Dam

 

7.: Góðir Gamlir Slagarar- Árni & Marner

 

8.: Nicolina - Nicolina av Kamarinum

 

9.: Dýrabar Minnir - Alex Bærendsen

 

10: Letter From The Faroes - Lena Andersen

 

10: Beyond The Grey - Guðrið Hansdóttir