Flúgva ikki í morgun

Sýnið í Vágum er enn ógvuliga ringt. Veðurvánirnar eru eisini somikið ringar fyri dagin, at Atlantsflog boðar frá, at tað verður als ikki flogið í morgun.

Enn liggur mjørkin tungur yvir flogvøllinum, og væntar veðurstovan onga uppkláring fyrr enn út á seinnapartin í dag.

Í allan gjár, gjárkvøldið og í nátt hava flogfor roynt at sett seg í Føroyum, men sýnið hevur verið for ringt og eingin passandi glotti hevur verið til at nakað flogfar fekk sett seg.

Atlantsflog vónar tó at betur fer at eydnast í dag, og væntast fyrsta flogarið at lenda í Vágum umleið kl. 15.

Atlantsflog heitir á ferðafólk um at halda seg kunnaði á heimasíðu felagsins, og ikki koma til floghavnina fyrr enn vanliga innskrivingartíð, sum vil siga umleið tveir tímar áðrenn fráferð.