Fløska frá Føroya Bjór funnin á Orknoyggjum

- Vit í lítlu Føroyum eru eisini partur av trupulleikanum við plasti í havinum, sigur Sjúrður Hammer

Tá vit menniskju blaka burturkast frá okkum í náttúruni, vænta vit sum oftast ongantíð at síggja burturkastið aftur. Men tað merkir ikki, at burturkastið verður vekk. Tað er ikki óvanligt, at føroyskt burturkast verður funnið á strendum í øðrum londum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, hevur júst fingið eina mynd sendandi av einari Føroya Bjór fløsku, sum er rikin til Orkney. 

 

Sjúrður Hammer fortelur, at hetta ikki er fyrstu ferð, at lutir úr Føroyum skola upp í Hetlandi og Orkney. Seinastu árini hevur hann sæð myndir av plasti frá eitt nú Føroya Bjór og MBM, sum á onkran hátt er rikið upp á strendurnar í okkara grannalondum.

 

- At fáa slík prei illustrerar nokkso væl, at trupulleikin við plasti í havinum er ikki bara “hini”, men at vit í lítlu Føroyum eru eisini partur av trupulleikanum, sigur Sjúrður Hammer. 

 

 

Les eisini:Sjúrður Hammer vil banna vatni í plastfløsku

 

 

- Sjálvt um vit eru millum tey ríkastu londini og bæði hava sera effektiva ruskinnsavnan og enntá pantskipan fyri fløskur, so endar eftir øllum at døma ein stórur partur av einnýtisplasti úr Føroyum í havinum. Í hvønn mun hetta er ein avleiðing av vindi ella streymi, ella um hetta kemur frá landi ella skipum er ein stór óvissa, sigur Sjúrður Hammer.

 

 

Flóvisligt men gleðiligt 

 

Hann gleðist um, at fólk gera sær ómak at gera vart við trupulleikan og geva boð frá sær, tá slíkt rekur upp á land. 

 

- Sjálvt um tað onkursvegna kennist flóvisligt at náttúran í øðrum londum skal plágast av okkara yvirflóð, so illustrerar hetta væl, hvussu altjóðakendur trupulleikin við dálking er. Og tá er tað betur at vita enn ikki at vita. Tað er eisini tí, at granskarar arbeiða hart fyri at lýsa útbreiðslu, ferðing og árin av plast dálking í náttúruni. Slíkar anekdotur frá áhugafólki sum í hesum førum kunnu meir enn so geva okkara granskarum nøkur nýggj ting at hugsa um, sigur Sjúrður Hammer.

 

 

Myndina av fløskuni hevur Martin Gray úr Orkney tikið. Sally Huband úr Hetlandi hevur tikið myndina av pappírslepanum frá Vónini.