Søtir drykkir
Søtir drykkir sum sodavatn, saft og orkudrykkir innihalda sera nógv sukur og tískil nógvar kaloriur. Teir innihalda ógvuliga fáar ella als ongar vitaminir og mineralir.
• Drekkur tú ein hálvan litur av sodavatni eyka um dagin, verður tú 0,9 kg tyngri uppá ein mánaða. Kanst tú ímynda tær, hvat íð kann henda uppá eitt ár?
Tað eru góðar vitaminir í djúsi, men eisini rættiliga nógv (frukt)sukur. Eitt glas av djúsi er sunt, men um tú tømir allan pakkan , verður tað til nógvar kaloriur. Smoothies eru vornir sera væl umtóktir og kunnu eisini gott vera ein góður millummáli. Ein smoothie kann gerast uppá nógvar mátar. Um hann inniheldur soltna mjólk ella solti jogurt saman við fruktini, fær tú umframt proteinir eisini aðrar vitaminir og mineralir enn tær, íð typiskt eru í frukt.
• Sjálvt um smoothies hoyra til tær sunnu drykkjuvørurnar, skal tú tó vera varug/ur við, at allir smoothies innihalda kaloriur. Teir, íð eru í handlunum, innihalda typiskt millum 120 og 215 kaloriur pr. fløsku (250 ml)
Alkohol
Grundleggjandi er tað sama galdandi fyri øl, vín og spiritus sum fyri aðrar flótandi kaloriur. Tess minni, tess betri fyri vekttapið. Um tað er torført at vera øl og vín heilt fyri uttan, so goym gløsini til serstakar løtur. Royn at minka um inntakið mest møguligt og kompensera við serliga góðum víni ella vel eina serliga øl.
• Drekkur tú í miðal eitt glas av reyðvíni um dagin (ella sjey gløs í vikuskiftinum), verður tú 0,5 kg tyngri uppá ein mánaða, um tú ikki minkar um okkurt annað í kostinum
Café-kaffi
Café latte, cappucino, ískaffi, café mocca og nógv onnur sløg av kaffi eru vorðin sera væl umtókt. Café-kaffi smakkar sera væl, men er ofta kamufleraðar kaloriubumbur, íð innihalda nógv fleiri kaloriur, enn mann skuldi trúð. Undantikið espressokaffi, inniheldur café-kaffi ofta stórar nøgdir av mjólk, sukri, siroppi, ísi ella kakao. Mjólkin er ofta fullfeit ella millummjólk, soleiðis at ein stórur koppur av café-kaffi um dagin skjótt kann gerast til nógvar eyka kaloriur.
• Um tú velur ein kaloriulættan café-latte við soltimjólk og ongum sukri/siroppi framum ein kaloriutungan, feitan og søtan café-latte, sparir tú næstan 1/3 av kaloriunum.
Hvussu nógvum flótandi kalorium er tað pláss fyri?
Av tí at søtir drykkir og alkohol ikki metta serliga væl, koma kaloriurnar frá drykkjuvørum bara afturat teimum kaloriunum, íð tú inntekur gjøgnum dagin. Hetta vil ávirka vekttapið tann skeiva vegin.
Hvussu nógvum flótandi kalorium tað er pláss fyri í gerandisdegnum er sjálvandi tengt at, hvussu tú annars etur. Men um tú skalt hava nakað at eta og verða mett/ur, so er tað (stórt sæð) ikki pláss fyri søtum drykkum og alkoholi, um tú ynskir at lætna.
Stutt sagt
• Drykkjuvørur sum millum annað sodavatn, saft, djús, café latte, øl, vín og spiritus innihalda nógvar kaloriur og metta gjøgnumgandi ikki serliga væl
• Søtir drykkir sum sodavatn, saft og orkudrykkir innihalda bert tómar kaloriur – tað vil siga tað eru bert fáar ella ongar vitaminir ella mineralir í
• Ver varug/ur við at djús og smoothies innihalda vitaminir og mineralir – men eisini nógvar kaloriur
• Hald aftur við café-kaffi, tað kann vera reinar kaloriubumbur
• Um tú ynskir at lætna og samstundis vera mett/ur, er tað stórt sæð ikki pláss fyri søtum drykkum og alkoholi