Flótibrúgv til Bursatanga

Á býráðsfundinum seinasta hóskvøld samtykti Tórshavnar býráð at keypa eina flótibrúgv at brúka við Bursatanga um sumnarnar

Orsøkin til, at Tórshavnar havn ynskir eina nýggja flótibúgv er, at ofta eru fleiri stór ferðamannaskip á redini í senn, og tá tað bert sum er ber til at leggja at við trækaina á Bursatanga, er ynski sett fram um at fáa eina flótibrúgv at bøta um trupulleikan.
»Tað kemur meiri enn so fyri, at fleiri enn eitt skip liggja á redini samstundis, og kann tað tí gerast heldur trongligt við træbryggjuna. Eisini kemur tað fyri, at skip eru á Havnini á Ólavsøku, tá tað ikki er møguligt at koma inn um molan millum klokkan 14 og 18«, verður sagt í grundgevingini.
Av tøi at tað verður møguligt at hava fleiri skip á redini enn eitt og at hava skip á ólavsøku um flótibrúgv verður keypt, verður mælt til hetta. Víst verður á, at tað ber til at leggja eina flótibrúgv á uttaru síðu av Bursatanga, og á ólavsøku kann hon leggjast til Skansabryggjuna.
»Umframt at brúka brúnna til ferðafólkaskip, kann hon eisini brúkast til onnur hóskandi endamál. Møguligt er at keypa eina 24x5 metur stóra flótibrúgv fyri 400.000 krónur«, verður sagt í grundgevingini.
Havnarmeistarin mælti til at játta peningin av íløgum hjá Tórshavnar havn til endamálið, og havnarnevndin samtykti at taka undir við tilmælinum. Tað gjørdi fíggjarnevndin eisini, og hetta varð so endaliga samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið.