Flóvin av Fløtum Jespersen tippaði í 2004 Grikkland til at vinna EM endaspælið í Portugal. Hann setti fimm hundrað krónur á tað, sum tey flestu metti var ómøguligt. Til odds hundrað tippaði hann Grikkaland, sum aldrin hevði skorað í einum endaspæli, at vinna. Tað endaði við, at Grikkaland vann 1-0 á Portugal í finaluni.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Hvørt vikuskifti í tíggju ár var tað altíð onkur, sum minti meg á tað, sigur Flóvin av Fløtum Jespersen, sum koyrir hýruvogn í vikuskiftunum.
Hví tippa fólk upp á Leicester?
Bæði Grikkaland í 2004 og Leicester í 2016 eru sera ósannlíkar søgur, men í báðum førum eru tað fólk, sum halda tað er vert at seta pengar á.
- Eg giti tað eru tvey sløg av tipparum, sum hava sett pengar á Leicester, sigur Flóvin av Fløtum Jespersen og greiðir frá.
- Eitt eru tey, sum síggja nakað og so tippa tey tað. Tá hevur hevur tað einki við hvussu nógvar ferðir tú fær pengarnar aftur. Hini eru tey, sum hava roknað seg fram til, at sannlíkindini fyri at Leicester vinnur eru størri enn eitt til fimm túsund, sigur Flóvin.
Les søguna um Flóvin av Fløtum Jespersen, tipping og hví húsið altíð vinnur – næstan altíð – í Vikuskiftis Sosialinum, sum er komin á gøturnar.