Flaggdagshald í Havn 2026

Aftur í ár skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn flaggdagin 25. apríl

Tíðindaskriv/ Havnar Hornorkestur:

Flaggdagshaldið verður leygardagin seinnapartin klokkan 3 á Vaglinum.

Havnar Hornorkestur gongur saman við skótunum í Havn skrúðgongu úr skúlagarðinum hjá Sankta Frans skúla oman á Vaglið, har Brynhild Thomsen, journalistur og samskiftisfólk, heldur flaggrøðuna.

Brynhild var í fleiri áratíggju aktualitetsjournalistur á bløðum og í kringvarpi. Í dag er hon samskiftisfólk á Fróðskaparsetri Føroya.