Flúgving
Nýggja Bell 412 tyrlan hjá Atlantic Airways kom til Føroya flaggdagin. Móttøka var á flogvøllinum, tá hon lendi. Men fyrsta móttøkan var á flogi suður úr Akrabyrgi, har Hans Hansen, flogskipari hjá Atlantic Airways, var við sínum egna privatflogfari og heilsaði tyrluni vælkomnari.
Tað er flaggdagur og dýrdarveður í Vágum. Sólin skínur oman og niðan, fløggini eru so smátt farin at prýða stengurnar, hóast lotið er so lítið, at tey ikki standa frá. Likkurnar leika í. Teimum so líkt. Nakrar ær ganga millum húsini, og eitt lamb er eisini ímillum.
? Hetta verður ein óførur dagur at koma við nýggju tyrluni, hugsi eg, meðan eg geri klárt at fara á flogvøllin at taka ímóti.
Telefonin ringir í lummanum:
»Tað er Hans Hansen. Atlantsflog. Eg fari suður móti Suðuroynni við tí lítla flogfarinum at taka í móti nýggju tyrluni. Hevur tú hug at koma við.«
Jú, sjálvandi havi eg tað. Og eg haldi, at eg játtaði, áðrenn hann var liðugur at spyrja.
Lítla flogfarið
Hans stendur klárur, tá eg komi á flogvøllin. Vit seta okkum í flogfarið og rulla út á breytina.
Alt gongur á sama hátt, sum tá stóru rutuflogførini koma og fara. Stýrt av torninum.
Hann setir ferð á, og vit lætta okkum út móti Sørvági. Snara á og halda eystur yvir út yvir Vatnið og suður í hav. Eystan fyri okkum liggja oyggjarnar so klárar og vakrar í sólskininum. Vágabátarnir eru á útróðri.
?Teir eru innalaga í dag, tosa teir báðir framman fyri. Vit eru tríggir í flogfarinum, sum hevur pláss til fýra persónar.
Onkur størri útróðrarbátur úr Havn hevur verið vestanfyri og fer nú undir okkum við kós móti Kolturssundi.
Tað er beinanveg, vit hoyra, at nú hevur tornið samband við tyrluna. Teir eru staddir nakrar fjórðingar úr Akrabyrgi. Men semja er ikki millum teirra og loftferðslumyndugleikarnar í Reykjavík um, hvar teir eru staddir. Men Hans Erik og Villads eru ikki í iva um, hvar teir eru, og teirra positión man eisini fara at vísa seg at halda.
Hans fær samband við teir, og teir práta dúgliga. Vit, sum í flogfarinum eru, hoyra alt, sum sagt verður, og tað er eisini eitt upplivilsi í sær sjálvum at fylgja slíkari kommunikatión.
? Vit eiga at fara at møta teimum beint suður úr Akrabyrgi, heldur Hans, og vit halda leiðina fram. Hann metir, at enn eru teir so mikið sunnarlaga, at hann fer eitt sindur upp at bíða, sum hann tekur til.
Flogið verður suður vestan fyri Sandoynna. Fylgja Suðuroyarfirði og halda fram suður eftir eystan fyri Suðuroynna. Vit síggja Smyril, sum kemur undan Dímun. Hann heldur nakað eystarlaga. Rímiligt skal hann til Vágs.
Sandvík, Hvalba, Hvannhagi, Tvøroyri, Øravík og allan vegin suður eftir liggur Suðuroyggin undir okkum. Klár at taka myndir av.
Komnir suður á Akrabergsleiðina heldur Hans, at best er at mala eitt sindur, tí nú skuldi tyrlan nærkast, og vit eiga skjótt at fara at síggja hana. Teir tosa saman og avtala at tendra ljósini á báðum førunum, so lættari verður at raka við. Og tað gongur bara ein heilt lítil løta, so er hon har. Beint forút, sum Hans vildi hava hana at vera.
So møtast vit
So møtast vit, so heilsast vit og biða góðandag. Og nú er tað, at myndir skulu takast av hesi nýggju tyrluni.
Hans og Hans Erik í tyrluni semjast um, at vit skulu koma so nær, sum gjørligt. Teir kennast og vita, hvat teir kunnu, tá soleiðis er. Og í tyrluni er eisini onkur myndamaður, sum tekur myndir av flogfarinum hjá Hansi. So teir avtala ferð og frástøðu, og so fylgjast vit norður við Suðuroynni vestantil.
Tætt at tyrluni flýgur Hans. Vit eru viðhvørt aftanfyri. Viðhvørt yvir og viðhvørt undir. So skifta teir borð, og tyrlan fer út í luftina, meðan teir hinvegin fáa okkum móti landi og taka myndir av flogfarinum við Suðuroynni í baksýni.
Vit halda vári leiðini norður vestantil. Sum vit nærkast Vágum, verður gjørt av, at flogfarið skal lenda fyrst og síðan skal tyrlan koma niður.
Tá vit lenda, er væl av fólki komið saman við hangarin, har æítið hátíðarhald verður, tá tyrlan hevur sett seg.
Og tað er bara ein løta, so er hon har. Strýkur yvir vøllinum og kemur inn og setir seg lætt og elegant á ein pall, sum gjørdur er til hennara. Hon verður á pallinum tikin inn í hangarin, har hon verður sett til almenna skoðan.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, halda stuttar røður, áðrenn farið verður framsýningartúr við tyrluni, sum samstundis verður sett í regluliga rutuflúgving, tí Snípan er í Englandi til eftirlit.