- Fólkaatkvøðan um stjórnarskipan verður flaggdagin 25. apríl í 2018. Tað hevur løgmaður kunnað floksformenninar um á fundi í morgun. Landsstýrið miðar eftir, at ein breiður meiriluti í løgtinginum og fólkinum fer at taka undir við nýggju stjórnarskipanini.
Soleiðis byrjaði tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni 10. februar 2017, ið staðfesti dagin fyri nær eitt av aðalmálunum hjá samgonguni skuldi fremjast. Føroyingar skuldu atkvøða um eina stjórnarskipan, sum staðfestir, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum.
Mongum brestir tó ætlan. Í dag er 25. apríl 2018 og sum kunnugt er eingin fólkaatkvøða í dag. Hon er útsett, tí løgtingið er ikki liðugt at viðgera málið og óvist er nær hon í heila tikið verður.
Upprunaliga var staðfest í samgonguskjalinum, at fólkaatkvøðan skuldi vera í seinasta lagi í 2017, men tá tað ikki eydnaðist bleiv boðað frá, at fólkaatkvøðan skuldi vera á flaggdegnum tann 25. apríl 2018. Longu í heyst gjørdist tó greitt, at arbeiðið við nýggju stjórnarskipanini ikki fór at verða klárt og er eingin nýggj dagfesting sett síðan.
Ein §25 nevnd hjá løgtinginum, har allir flokkar á tingi hava umboð, hevur síðan november í fjør arbeitt við lógaruppskotinum, men fyrr í mánaðinum gjørdist greitt, at nevndin ikki verður liðug við arbeiðið í hesi tingsetuni.