Rolf Guttesen
Yvirskriftin var ”Kinesarar og russar áhuga fyri føroyskum fiski”. Hetta var jú ein góð yvirskrift, sum boðaði frá spennandi tíðindum. Men í greinini, sum fylgdi, stóð ikki eitt orð meira um, hvat ið russarar og kinesarar høvdu havt áhuga fyri. Teir blivu als ikki nevndir aftur. Tað átti man at kunna vænta, haldi eg. Men nei, hatta var ein tóm yvirskrift.
Ikki um fiskaproduktir, men flaggfokusering
Men annars hevur tíðindaberin verið vakin Tó eru tað ikki skøturavar, king prawns ella salmon tartare, sum hava áhuga. Nei, hann slær fast at: ”Føroyska merkið hevur eina serstøðu á fiskivinnuframsýningini í Brússel” (Brússel, við einum serføroyskum tvíljóði –ú-, er helst koduorð fyri Bruxelles). Men aftur, hvat ið serstøðan ber í sær, fáa vit einki at vita um. Man kundi gitt, at ein serstøða hevði verið, um øll fløggini uttan fyri høllina í ”Parc de Exposition” vóru føroysk. Men nei, tað var heldur ikki soleiðsnar meint.
Flaggstengurnar vóru líka høgar, halleluja!
Vit fáa at vita at ”Merkið” var líka stórt sum ”Dannebrog”. Men er tað ein serstøða? Nei, stórtíðindini tykjast at vera, at allar flaggstengurnar uttan fyri framsýningina í Bruxelles ”vóru líka høgar.” Fantastiskt. Gott at eygamálið var kalibrerað og í lagið, so at hesi stórtíðindir kundu berast í bý. Flaggstengurnar á eini seafood-framsýning vóru líka høgar.
Tá tað er noterað og sent við ýlandi ferð til redaktiónina, sýnist sum at alt, sum var innandura hevði minni ella ongan áhuga. Nú var æran reddað, so til tramans við laksi, goggum, sauce og skeljum. Líkamikið er, hvør ið hevði vunnið heiðursmerkir fyri nýggjar og spennandi vørur. Nei, vit fáa einaferð enn at vita, at ”Merkið her er viðurkent og virt av vertunum.”
Føroyingar vunnu einki
Annars fór nógv spennandi fram hesar tríggjar dagarnar í Bruxelles. 38 produktir vóru komin í finaluna til at vinna ”Prix d’Elite”, sum verður givin í sjey ymiskum bólkum(legg til merkis, at teir ikki tosa um lond ella tjóðir her, tað snýr ser um fiskavørurnar) . Fýra finalistar vóru úr Denmark, sum heimasíðan sigur frá. Tvey av hesum produktum vóru frá Royal Greenland, trummerum tjum uhadada. Hava teir ikki virðing fyri, at Royal Greenland er úr Grønlandi? Var grønlendska flaggið ikki vundið á stong, ið var líka høg sum tann føroyska?
Sást tú Baskaraflaggið, ella blivu teir diskrimineraðir?
Vinnari av ”Seafood Prix d’Elite” í bólkinum ”Best New Retail Product” bleiv virkið Angulas Anguinaga úr Spania. Teir halda til í einum býi sum eitur Irura. Hesin býur liggur í Baskaralandinum. Teir í Baskaralandinum hava sítt egna regionala flagg, tí regiónirnar í Spania hava sjálvstýri. Hevði tíðindamaðurin hjá Sosialinum ikki eyga fyri, um baskaraflaggið veitraði har, ”viðurkent og virt av vertunum.” Um tað ikki var har, og tað grønlendska heldur ikki, hava vertirnir so gjørt ein grimman mismun? Ella hvat?
Elitumerki?
Stutt og gott, føroyskir framleiðarar komu aftur ongul í reyv. Teir vóru hvørki skotnir upp ella enn minni vunnu teir nakað elitumerki. Frægari eydnu næstu ferð.
Men tíðindamaðurin hjá Sosialinum sá greitt, at flaggstongin við føroyska merkinum var minst líka so høg sum hinar. So hatta man hava verið ein frammúr framsýning.