Hesi næstu árini skulu fleiri almennar tænastur útveitast og latast privatum at røkja.
Tað er ætlanin hjá samgonguni og tað verður beinanvegin, at farið verður undir arbeiðið at útgreina, akkurát, hvørjar tænastur, talan verður um at útveita.
Samgongan hevur sett sær fyri at í 2015 fer at hetta at føra eina sparing upp á fimm milliónir við sær, men síðani verður sparingin 10 milliónir um árið.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, heldur, at hendan sparingin er ógvuliga varðisliga mett, tí royndir úr Danmark vísa, at sparingin er 20%-30%.
Hann sigur, at ætlanin er ikki at útveita kjarnutænastur í heilsuverkinum og almannaverkinum til privat at reka.
Men hann hugsar sær, at tað ber væl til at útveita matstovur og matgerð á øllum møguligum almennum stovnum og somuleiðis reingerð á almennum stovnum, eisini sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum og øðrum bústovnum.
Hinvegin sær løgmaður eisini fyri sær, at nógv tekniskt virksemi kann útveitast frá almennum stovnum, til privatar stovnar.
Í hesum sambandi hugsar hann sær, bilasýn og annað virksemið hjá Akstovuni saktans kann latast privatum, góðkendum verkstøðum at røkja.
Somuleiðis kann arbeiðið at røkja og bøta um almenna vegakervið eisini bjóðast út, so at privatar fyritøkur standa fyri tí ístaðin fyri Landsverk.
Løgmaður ásannar eisini, at hetta fer at føra við sær, at tey almennu starvsfólk, sum arbeiða á hesum økjum, sum verða útveitt, fara at missa starvið.
Men hann væntar eisini fyri sær, at tey fara at verða setta aftur í starv í tí privatu vinnuni.