Valluttøkan á ES-valinum tykist vera hægri enn seinast, vísa kanningar í fleiri londum. Ikki minst tá talan er um tey stóru londini.
Í londum sum Týsklandi, Spania og Frankaríki høvdu fleiri fólk verið á valið á middegi.
Í Frankaríki eru atkvøðuprosentið 19,3 á middegi, meðan tað við ES-valið í 2014 var 15,7. Tað vísa tøl frá innanríkisráðnum í París. Í Spania var valluttøkuprosentið 34,6 ímóit 23,9 seinast.
Í Italia ganga tey ímóti streyminum. Har var valluttøka klokkan 12 nógv lægri enn seiasta. Um 16 prosent.
Í Svøríki var valluttøkuprosentið 20,3 ímóti 17,2 seinast, vísa tøl frá svensku valmyndugleikunum.
Eisini í Bretlandi, hvar atkvøtt varð hósdagin, er valluttøkan eisini hægri enn seinast.
/ritzau/