Bretska blaðið The Guardian, sum hevur gingið undan í avdúkingunum av arbeiðsháttinum hjá News of the World, sigur nú, at fleiri avdúkingar eru á veg.
-Hetta gerst meiri og meiri umfatandi, sum dagarnir ganga, sigur David Leihh, sum er ein av blaðstjórunum hjá The Guardian, við danska kringvarpið í kvøld.
Hann vil ikki avdúka nakrar smálutir, men sigur, at tær næstu avdúkingarnar viðvíkja fólki, sum hava dult upplýsingar í málinum. Tíðindafólkini hjá The Guardian hava arbeitt við hesum málinum í tvey ár, og avdúkingarnar hava kostað tveimum leiðarum í bretsku løgregluni og fleiri deildarstjórum í Murdoch-fjølmiðlafyritøkuni starvið.