Beint aftaná klokkan 14 í Havn varð ein bilur steðgaður. Tað vísti seg, at bilførarin hevði tikið rúsevni, meðan hann koyrdi bil.
Hetta er nakað, politiið sær meira og meira til nú í síðstuni, men eisini eru nógv tikin fyri at koyra við kenning.
– Frá fríggjadegnum til í gjár hava vit havt 7 mál um spiritus-koyring, og 2 mál um rúsevniskoyring. Eisini eru trý mál, har fólk eru steðgað við rúsevni uppi á sær, fortelur vakthavandi á politistøðini.
Um hetta hevur beinleiðis samband við Summar Festivalin, skal politiið einki siga um. Men vakthavandi fortelur, at tey hava havt nógv at gera á Summar Festivalinum, hóast einki beinleiðis stórmál hevur verið, eitt nú um harðskap. Men tað kann vera, at okkurt mál kemur seinni.
– Ofta koma fráboðanir eitt sindur aftaná, fortelur vakthavandi.