Fleiri avlýsingar


Týskvøldið vóru tveir hondbóltsdystir í 1. deild hjá monnum og kvinnum avlýstir. Bæði mans- og kvinnuliðið hjá Kyndli skuldu inn á Skála at spæla ímóti StÍF, men vegna veður vórðu hesir dystirnir avlýstir, og ikki er greitt enn, nær teir verða spældir.
Dysturin millum kvinnuliðini hjá StÍF og Kyndli var annars sera avgerandi fyri botnstríðið, tí bæði liðini stríddust fyri at varðveita sessin í bestu deildini. Kyndil skuldi vinna fyri at yvirliva, meðan StÍF kundi liva við einum javnleiki.
Í kvøld, hóskvøldið, verður dystur í gundadalshøllini millum kvinnuliðini hjá Neistanum og Sóljuni. Hetta er ein útsettur dystur, sum skuldi vera mikukvøldið.