Fleiri bilar hava rent seg fastar

Summastaðni er ikki ráðiligt at koyra, sigur løgreglan

Seinnapartin í dag er hann rættiliga brostin á aftur við kavaroki og summastaðni eru koyrilíkindini sera ring.

 

Á Vestmannavegnum eru so ring líkindi, at tann vegurin er stongdur í løtuni.

 

Løgreglan sigur, at nakrir bilar standa fastir á Vestmannavegnum, men Landsverk sigur, at hjá teimum er einki at gera, enn at geva tol.

 

Ein gravimaskina er á Vestmannavegnum, men Landsverk dugir ikki at siga, nær hon er er komin fólkunum í bilunum til hjálpar.

 

Har er bæði kavarok og jarðrok, so líkindini eru ring. Fleiri staðni norðan fyri eru eisini sera vánalig líkindi, sigur Landsverk.