Hetta seinasta samdøgurið hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna – og tað var ikki til onga nýttu, tí fleiri bilførarar fingu eina áminning um, at tað loysir seg ikki at koyra skjótari enn loyvt er.
Á Skálafjørðinum varð ein bilførari tikin fyri at koyra 117, har tað er loyvt at koyra 80, so hann missur koyrikortið treytað og sostatt má hann upp ti nýggja koyriroynd, og stendur hann ikki hana, missur hann koyrikortið.
Annars hava næstan 10 bilførarar fingið klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 21 og 30 kilometrar um tíman skjótari enn loyvt er og nakrir bilførarar fingu eisini bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Men annars sigur løgreglan, at tað eru ikki so fáir bilførarar, sum seta koyrikortið í vanda á vegastrekkinum ímillum Skipanes og Skálabotn.
Har arbeiðir Landsverk upp á veg og í tí sambandi er hámarksferðin sett niður í 40 kilometrar um tíman.
Men løgreglan sigur, at tað eru nógvir bilførarar, sum ikki ansa eftir hesum og tískil ikki seta ferðina niður.
Men tá ið hámarksferðin er lækkað niður í 40, skal ikki nógv til at missa koyrikortið, tí koyrir ein bilførari 56 kilometrar um tíman á einum slíkum strekki, fær hann klipp í koyrikortið og koyrir hann 61 kilometrar um tíman, missur hann koyrikortið treytað. Men koyrir hann 81, missur hann koyrikortið treytaleyst.