Fleiri bjóða seg fram

Ein særdur Javnaðarflokkur skal skjótt í boksiringin at berjast móti hinum politisku flokkunum um atkvøðurnar. Valstríðið nærkast. Áhugin at standa á odda fyri Javnaðarflokkinum til møtumiklu uppgáva at fáa flokkin aftur á beint er eftir øllum at døma stórur. Favoritturin Aksel V. Johannesen ivast í, um hann er førur fyri at vera landsstýrismaður í fíggjarmálum og vera formaður í Javnaðarflokkinum. Hann hevur eisini sagt, at hann er framvegis óroyndur í politiskum høpi. John Johannesen hevur boðað alment frá, at hann er til reiðar at stjórna flokkinum. Helena Dam á Neystabø sigur ikki nei, tá hon verður spurd, um hon verður næsti floksleiðarin. Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur hinvegin, at starvið í landsstýrinum er meira enn eitt fulltíðararbeiði, og formansspurningurin er ikki aktuellur fyri hana, fyrr enn hon er skotin upp. Heðin Mortensen hevur boðað frá, at hann er til reiðar. Eyðgunn Samuelsen sigur seg ikki hava tikið støðu, annars hevur hon onga viðmerking. Og nú sigur Gerhard Lognberg, at hann tekur fegin við sum formaður.

Tá Javnaðarflokkurin sendi nógv umrøddu eftirlýsingina eftir Gerhardi Lognberg og spurdi, hví hann ikki var til arbeiðis á Gamla Apoteki, segði skopunartingmaður við Rás2, at Jóannes Eidesgaard var noyddur at leggja frá sær og lata onkrum øðrum formanssessin fyri at flokkurin skuldi reisa seg aftur. Nú hevur Jóannes Eidesgaard lagt frá sær. Gerhard Lognberg, sum var næstur á listanum hjá Javnaðarflokkinum á løgtingsvalinum í 2008, vil hinvegin ikki siga, hvør skal vera nýggjur floksleiðari.

- Tað verður tosað nógv um aldur, og eg eri eldri enn Jóannes Eidesgaard. Eg havi hinvegin ongantíð verið bangin fyri at taka ábyrgd. Javnaðarveljarin hevur verið arbeiðsmaðurin, flakakvinnan og fiskimaðurin. Javnaðarflokkurin hevur ikki vart hesi fólkini. Tí fær flokkurin vánalig úrslit í veljarakanningunum. Eg tosi fyri deyvum oyrum í Javnaðarflokkinum. Eg kom á Ting við 595 atkvøðum. Eg vildi hava ein landsstýrissess, men eg fekk hann ikki. Eg vil hinvegin fegin standa á odda fyri flokkinum og fáa hann aftur á beint, sigur Gerhard Lognberg í dag.

Gerhard Lognberg hevur stóra undirtøku í Sandoynni. Joen Jacob Winther, formaður í Sandoyar Javnaðarfelag, dugir ikki at siga í dag, um tey fara at skjóta skopunartingmannin upp sum formann. Nevndin í Sandoyar Javnaðarfelag fer á fund sunnukvøldið, og tá verður avgerðin tikin.

Aksel V. Johannesen, John Johannesen, Helena Dam á Neystabø, Eyðgunn Samuelsen, Heðin Mortensen og Gerhard Lognberg siga ikki nei, tá tey vera spurd, um tey hava áhuga í formanssessinum í Javnaðarflokkinum. Tað eru tískil seks fólk í Javnaðarflokkinum, sum onkursvegna hava hug at taka á seg uppgáva at stjórna flokkinum, sum stýrir beint ímóti einum vanlukkuligum valið. Tað er eingin sum sigur, at tey ikki eru áhuga í at vera floksleiðari.

Talvið um formanssessin er í øllum førum byrjað.