UEFA hevur í dag havt tíðindafund, har fleiri broytingar í altjóða kappingunum, Champions League og Europa League, eru kunngjørdar. Broytingarnar koma í gildið frá næsta kappingarárið av, sum altso er eftir summarsteðgin - til kappingarárið 2018/2019.
Fyrsta broytingin er, at feløg nú kunnu fáa eina fjórðu útskifting í altjóða fótbólti, tá talan er um teir sokallaðu knock-out dystirnir. Tað eru dystir, ið fara út í longda leiktíð. Hendir tað tildømis at eitt lið hevur brúkt allar tríggjar útskiftingarnar í vanligu leiktíðini, og farið verður í longda leiktíð, verður tað nú møguligt at nýta eina fjórðu og seinastu útskifting í longdu leiktíðini.
Eisini verður broytt til næsta kappingarár, at ein leikari kann umboða tvey feløg í sama kappingarárið í Champions League. Hetta kappingarárið er millum annað Philipp Coutinho merktur av tí. Av tí at hann hevur umboða Liverpool fyrr í ár í Champions League kappingini, er hann læstur til Champions League kappingina fyri nýggja felag sítt, FC Barcelona.
Seinasta broytingin er eisini í Champions League kappingini. Har er nú samtykt at í minsta lagi tveir dystir í bólkaspælinum týsdag og tveir dystir í bólkaspælinum mikudag, skulu vera leiktir klokkan 17:00. Áður hevur verið fastlagt, at allir dystirnir skulu byrja klokkan 19:45. Hinir dystirnir vera leiktir klokkan 20:00.
Tað er bert tá farið verður í knock-out dystirnir, at allir dystirnir í Champions League aftur skulu vera leiktir í senn.
Allar broytingarnar koma í gildið til næsta kappingarár.
Í stuttum eru broytingarnar hesar:
* Nú verður ein fjórða útskifting loyvd í longdu leiktíðini.
* Nú verður loyvt hjá leikarum at umboða tvey feløg í Champions League í sama kappingarárið.
* Nú vera í minsta lagi tveir dystir í bólkaspælinum týsdag og í minsta lagi tveir dystir í bólkaspælinum mikudag leiktir klokkan 17:00. Hinir dystirnir vera leiktir klokkan 20:00. Í knock-out spælinum, byrja allir dystirnir klokkan 20:00.