Fleiri broytingar eru á toppliðnum

Hjá AB ræður tað um at halda tørn í kappingini um at sleppa undan niðurflyting

Tað verður ikki klokkan 15, sum tað upprunaliga var ætlað, men tað verður klokkan 17, at KÍ verður gestur úti á Argjum. KÍ royndi í síðstu viku at fáa kappingarnevndina at útseta landskappingardystin ímóti AB í eitt samdøgur, so hann í staðin fyri seinnapartin í dag varð spældur mánakvøldið. Tað vildi kappingarnevndin ikki.

 

KÍ spældi hóskvøldið 120 minuttir umframt brotssparkskapping í Europa, og tí kann tað roknast við, at onkrar broytingar vera á liðnum, sum í dag klokkan 17 ella 67 tímar eftir síðsta bríksl í Europa dystinum, fer á vøllin inni í Vika á Argjum.

 

Odmar Færø var leikbannaður hóskvøldið. Hann verður í miðverjuni í dag. Heini Vatnsdal var sera eyðsýndur hóskvøldið. Tað kann væl vera, at hann verður á beinkinum í dag, og at Børge Petersen, sum var skiftur inn hóskvøldið, verður millum teir fyrstu ellivu.

 

Tað kann eisini hugsast, at Deni Pavlovic og Páll A. Klettskarð vera á beinkinum frá fyrsta bríksli, og at Sabala verður millum teir fyrstu ellivu. Jesper Brinck hevur síðstu ferðirnar ikki verið á vøllinum, tí hann hevur verið darvaður av brákaðum rivjabeini. Hóskvøldið var hann á beinkinum, og í dag verður hann aftur í hópinum.

 

Støðutalvan sigur, at AB spælir fyri lívinum í bestu deildini. Tað eru trý stig frá AB á sjeynda plássi og aftur til pláss undir niðurflytingarstrikuni.

 

Hjá AB er Tróndur J. á Høvdanum burturstaddur, og tað er ivasamt, um brøðurnir Ragnar og Rógvi Skála eru tøkir at spæla.