Kortið sýnir loyvini í bretskum øki frá seinastu útbjóðing. Í ár og serliga næsta ár verða fleiri brunnar boraðir beint við markið.
Oljuleiting
Av tí at jarðfrøðin ikki kennur nøkur politisk mørk, so er greitt, at brunnar, sum verða boraðir í bretskum øki nær okkara marki kunnu eisini fáa avgerandi týdning fyri leiting á føroyska landgrunninum. Hetta er brunnurin, sum Hess borar í løtuni eitt gott dømi um, umframt teir báðar brunnarnar tað skal til at bora aftrat í ár og næsta ár við markið.
Men tað eru eisini onnur feløg, sum hava fingið tillutað teigar tætt upp at føroyska markinum. BP fekk tillutað 204/18, sum mong hildu vera tann besta blokkin við markið. Men boringin har í fjør, Assynt, gav jú einki úrslit. BP hevur tó bundið seg til at bora fleiri brunnar í hesum teiginum.
Enn eitt stórt oljufelag ChevronTexaco skal bora nakrar kanningarbrunnar í bretskum øki nærhendis føroyska markinum. Felagið fekk fleiri blokkar tillutaðar í 19. útbjóðingini, sum allir liggja heilt uppat føroyskum øki. Sambart blaðnum Deepwater Technology hevur ChevronTexaco kannað dagraturnar fyri ein brunn og option fyri einum øðrum í teiginum 204/17 í bretskum øki, skamt frá markinum. Hesin brunnurin skuldi eftir ætlan borast í hesum ársfjórðinginum. Eisini hesin brunnurin kann hava stóran týdning fyri komandi boring í 6-ára loyvinum hjá Agip við Føroyar. Tí hann er stutt frá staðnum, har Agip næsta summar fer at bora sín fyrsta brunn á føroyskum øki.
Sosialurin frættir tó av skrivstovuni hjá ChevronTexaco í Aberdeen, at tey hava avgjørt at bíða við hesi boringini til næsta summar. Vit spurdu eisini um tað er uppá tal at ?farma? inn í lisensir á føroyskum øki, t.d. tann hjá Agip, men tað hava tey onga viðmerking til í løtuni. ?Spyrjið aftur um ársskiftið og vit hava tá møguliga nakað at siga um okkara ætlanir á Atlantsmótinum er svarið frá talskvinnuni hjá ChevronTexaco. Ein orsøkin til, at nettupp hetta oljufelagið er áhugavert fyri føroyingar er tann, at felagið royndi at fáa loyvi í 1. útbjóðing á landgrunninum. Men tað varð ov stutt. Nú tað hevur fingið fleiri lovandi teigar í bretskum øki við markið ístaðin má metast, at felagið, sum síðani er lagt saman við tí stóra Chevron, framhaldandi hevur eyguni við Føroyaøkinum.
Hyggja vit nærri at kortinum sæst, at teigurin 204/17 liggur beint yvirav loyvinum hjá Agip 002. Keldur í oljuverðini blaðið hevur tosað við siga, at tað er ikki heilt ósannlíkt, at møguligt oljufelt gongur tvørtur um markið eins støðan er beint í grannablokkunum, sum Hess stendur fyri. Um so er, at Agip ger eitt fund næsta summar og hetta gongur inn á bretskt øki í teiginum hjá ChevronTexaco kann tað hugast, at eitt samstarv teirra millum verður aktuelt ? ella hvør veit, at feløgini tá kunnu ?farma? inn hjá hvørjum øðrum. Hetta er tó heilt óvist siga keldur við blaðið. Men tað er so ein møguleiki, sum ikki kann síggjast burtur frá.
Fara vit nú longur norður fram við markinum, so hevur ChevronTexaco eisini teigar har, 213/5 og 214/1. Hetta er eisini eitt fyri Føroyar áhugavert øki, tí tað verður hildið, at stórir strukturar, sum kunnu goyma gass, liggja undir basaltinum inni á føroyska landgrunninum.
Nú vit hava nevnt komandi boringar í bretskum øki nær markinum hjá Hess, BP og ChevronTexaco restar í at nevna enn eina áhugaverda boring. Tað er PhillipsConoco, sum situr á teiginum 176/25, sunnan fyri Gullhornið. Í hesum samtakinum eru eisini Statoil, Shell (fyrr Enterprice) og Petro Canada (fyrr Veba). Eftir øllum at døma bíða PhillipsConoco eftir úrslitinum av tí brunni, sum Hess borar beint nærhendis. Tað sama gera uttan iva eisini ChevronTexaco og BP.
Samanumtikið kann sigast, at hóast ongar boringar eru á føroyskum øki í løtuni, so vilja teir brunnar, sum verða boraðir hinumegin markið, eisini fáa stóran týdning fyri leitingini á okkara landgrunni. Møgulig fund kunnu gevar nýggjar upplýsingar um okkara øki, tey kunnu gera tað uppaftur meira áhugavert fyri oljufeløgini at bora føroysku megin markið, og tey kunnu eisini gera, at oljufeløg, sum ikki eru við í Føroyaøkinum í dag, vilja hava betri hug til at farma inn í loyvi hjá feløgunum, sum eru her í løtuni. Hetta kann eitt nú fáa stóran týdning fyri brunnin hjá Agip og Føroya Kolvetni. Spenningurin er stórur á Atlantsmótinum í løtuni, og tað er neyvan ov nógv sagt, at øll eygu eru vend móti brunninum hjá The Faroes Partnership við markið.