Sambært týsku løgregluni eru fleiri deyð í einari bussvanlukku í Týsklandi í dag.
Vanlukkan hendi nærindis býnum, Leipzig. Í minsta lagi fimm fólk eru deyð, og fleiri eru løstað.
Tað veit tíðindastovan AFP at siga, og hon endurgevur týskar miðlar.
Fleiri bjargingartyrlur og sjúkrabilar eru á staðnum og vegurin, har vanlukkan hendi, hevur verið stongdur í báðum endum.
Á X, fyrrverandi Twitter, sigur týska løgreglan, at vanlukkan hendi fyrrpartin, men greitt er ikki, hví hon hendi.
Lagt verður aftrat, at bussurin var á veg úr Berlin til Zürich við og 53 ferðandi og tveimum førarum.