Seks kappast í finaluni í Sement

Í kvøld verður finalan í tónleikakappingini Sement

(Myndir: Aura Myndir / Tórsgøta)

Í kvøld fara seks solistar og tónleikabólkar at kappast í tónleikakappingini Sement, sum verður hildin á Reinasrínum í Havn.

 

Tvey innleiðandi umfør hava verið. Níggju bólkar vóru við í hesum báðum umfør, og av teimum komu seks í finaluna.

 

Tey, sum fara at kappast í Sement-finaluni í kvøld, eru: Ókendir, Jákup Eli, Ragnar Finsson, gówa, Ester Skála og Ása Helena Brynjarsdóttir.

 

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá finaluni í Sement í kvøld frá kl. 20.

 

(Myndir: Aura Myndir / Tórsgøta)