Kappróður er ein lívsstílur. Hjá teimum, sum rógva, er talan um lívsstíl stóran part av árinum. Í fleiri feløgum verður farið undir fyrireikingar til nýggja róðrarárið tíðliga á heystinum. Tá snýr tað seg um at rógva í maskinum og styrkisvenjing. Tá ið tað eru líkindi, kemur tað meiri enn so fyri, at kappróðrabátar verða flotaðir góðar vetrardagar.
At bátarnir verða flotaðir flaggdagin var gamalt. Soleiðis er tað ikki longur. Nú eru bátar at síggja á firðum og víkum og vágum og sundum á grækarismessu, og hjá nógvum verður tað lagt nógv fyri.
Ynskið hjá øllum luttakarunum er at vinna, men tað eru ikki allar manningarnar, sum leggja eins nógv fyri. Hjá summum snýr tað seg um at luttaka, og hjá øðrum er avgjørda málið at kappast í oddinum og vinna. Hesir røðararnir brúka tað mesta av síni frítíð til kappróðurin.
Kappróðurin er vorðin familjuítróttur. Flest luttakarar eru millum barnamanningarnar. Hjá hesum telur kappróðurin nógv hjá foreldrum og øðrum avvarðandi. Fleiri teirra eru í nevndararbeiði og venjarar ella á annan hátt við til at leggja lag á og stuðla. Og so er tað vorðin siðvenja hjá ikki so fáum at ferðast saman við kappróðrarfólkunum. Tað vil siga, at frá mánaðarskiftinum mai/juni og fram til á ólavsøku vera leygardagarnir brúktir til at fylgja við kappróðri og kappróðrarmanningunum.
Í barna- og ungdómsbólkunum er stórur áhugi: 17 gentubátar og 15 dreingjabátar eru tilmeldaðir barnaróðurin, og í bólkinum fyri 14–16 ára gomul eru 11 dreingjamanningar og 12 gentumanningar. Harumframt eru 12 bátar tilmeldaðir í gentubólkinum 17–18 ár.
Í vaksnu bólkunum er serliga nógv lív í 6-mannaførum hjá monnum, har 12 bátar eru við. Eisini í 8-mannaførum hjá monnum og 5-mannaførum hjá kvinnum er stórur áhugi. Tað hevur verið vónað, at fleiri 10-mannafør fóru at kappast í summar. Soleiðis verður tað ikki. Í fjør vóru tað trý 10-mannafør úr Norðoyggju, sum kappaðust. Nú eru tað tvey úr Norðoyggjum – Norðingur og Klaksvíkingur – og so er tað hugaligt, at Havnarbáturin aftur bjóðar av.
Samantalt hava 111 manningar boðað frá luttøku í kappróðrinum. Tað vil siga, at talið á røðarum er umleið 800.
Serligt fyri hetta róðrarárið er tað, at átta FM-vinnarar frá í fjør ikki fara at luttaka. Tí skulu nýggir meistarabátar finnast í flestu bólkunum. Talan er m.a. um Skansan og Falk, sum vunnu barnaróðurin í fjør, og heldur ikki Firvaldur, Kjósin og Tórsbáturin vera at síggja. Bátarnir, sum fara at royna at venja FM heitið, eru Fípan Fagra, Drekin, Jarnbardur og Klaksvíkingur.
Flestu kappingarnar plaga at vera í juni, og tá plaga tað at vera fleiri vikur frá næstsíðsta róðrinum og fram til ólavsøku. Soleiðis er tað ikki í ár. Norðoyastevnuróðurin er leygardagin 31. mai, tvær kappingar eru í juni og umframt ólavsøkuróðurin verður kappróður tríggjar leygardagar í juli.
##med2##
##med3##
Norðoyastevna í Klaksvík 31. mai
Sundalagsstevna í Hósvík 14. juni
Jóansøka á Tvøroyri 21. juni
Varmakelda í Fuglafirði 5. juli
Fjarðasteva á Skála 12. juli
Vestanstevna í Sørvági 19. juli
Ólavsøka í Havn 28. juli
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her