info
Ongi úrslit

Fleiri eru í nýggjari útgávu

1. DEILD: Seinnapartin verður grannauppgerð millum tey bæði, sum eru undir niðurflytingarstrikuni

Jóannes Hansen
3. august 2024 kl. 12:11

Í dag verður av álvara farið undir aftur landskappingina í næstbestu deildini hjá monnum. Fyrsti dystur í 17. umfari var tó longu ólavsøkuaftan, tá ið B71 átti heimavøll á Tórsvølli ímóti AB. Tað vóru nógvar ferðir fleiri áskoðarar, enn tað plaga at vera, tá ið lið í næstbestu deildini spæla, og tað endaði 1-1.

Í summarfrítíðini hava broytingar verið í fleiri av hópunum. Í onkrum feløgum eru fleiri spælarar lagstir aftrat, og í øðrum feløgum eru fleiri spælarar fluttir frá.

HB, sum er aftast, fer í kvøld at spæla grannauppgerð á útivølli ímóti FC Hoyvík, sum er næstaftast. Í FC Hoyvík eru fýra ungir danskir spælarar lagstir aftrat. Hjá HB er tað greitt, at miðvallarin Magnus Holm Jacobsen verður á liðnum í dag, og onkrir veteranar, sum ikki hava spælt, eru farnir at venja og fara at hjálpa til fyri at sleppa undan niðurflyting.

KÍ fer at spæla á Vágseiði ímóti FC Suðuroy, sum er næstfremst. Tað er óvist, hvussu tað verður við KÍ liðnum, sum er seks stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Fleiri spælarar, sum hava verið í besta KÍ hópinum, og sum hava hjálpt til á næstbesta liðnum, eru í summarsteðginum leigaðir til onnur feløg.

Pól Thorsteinsson og hansara menn í FC Suðuroy hava ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar. Úrtøkan í hesum dystunum er fýra sigrar og tveir javnleikir.

Grannauppgerð verður seinnapartin millum Víking og NSÍ. Víkingur hevur vunnið fýra tær seinastu ferðirnar og er á triðja plássi. Kappingini um plássini á besta liðnum er stór, og nú leikluturin í Europa er av á hesum sinni, fer tað ivaleyst at bera við sær, at næstbesta liðið verður væl mannað. Hjá NSÍ er Atli D. Petersen fluttur yvir á Skála at vera við í kappingini um pláss á besta liðnum.

B36, sum framvegis er topplið, fær tíðliga seinnapartin vitjan av TB, sum er á fimta plássi og framvegis stríðist fyri at vinna uppflyting. Tvær tær síðstu ferðirnar undan summarsteðginum tapti B36 – 3-2 á útivølli ímóti FC Suðuroy og 3-1 á heimavølli ímóti B71.

Tá ið B36 4. mai hevði vitjan av TB, var úrslitið 2-2, eftir at heimaliðið var frammanfyri 2-0, tá ið tað restaðu 20 minuttir.

 

 

Víkingur – NSÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 16.00

FC Hoyvík – HB: Høgni Madsen kl. 18.00

B36 – TB: Árni Brandsson Petersen kl. 13.00

FC Suðuroy – KÍ: Jákup Øssursson Mohr kl. 13.00

Ólavsøkuaftan

B71 – AB 1-1 (0-1)

0-1: Bartal S. Petersen 11.

1-1: Tijani Yakubu br 80.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lula bilsin eftir ósigur í fyrsta valumfari

22 minuttir síðan
Fótbóltur

BK Häcken vann risastóran sigur á heimavølli

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar Vatnhamar er klárur til 90 minuttir aftrat

5 tímar síðan
Tíðindi

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

6 tímar síðan
Fótbóltur

Højlund tryggjaði Danmark týðandi sigur

6 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu krevur trygd­ar­kann­ing eftir álop í flogfari

6 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV tapti stórt men liggur enn til at vinna bronsu

6 tímar síðan
Tíðindi

USA tekur øll síni bumbuflogfør heim av flogstøð í Bretlandi

7 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort

7 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark vann og Noreg tapti

7 tímar síðan
Tíðindi

Trý val­evni á odda í Bosnia-Herse­govina

8 tímar síðan
Hondbóltur

Rannvá Olsen og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

8 tímar síðan