Tíðin við smittandi virussjúku - ella beinkrími, sum tað eisini verður rópt - nærkast skjótt, og tað merkir, at nøkur fólk fara at leggjast sjúk í vetur. Tá veðrið verður kaldari, spreiða bakteriur og virus seg lættari, og fleiri noyðast nakrar dagar undir dýnina, tí tey gerast sjúk og illa fyri.
Beinkrím er virussmitta, ið vanliga gevur sjúkueyðkenni sum fepur, høvuðspínu og eymar liðir og vøddar. Sjúkan rakar flest í vetrarhálvuni – frá desember til mars.
Í Danmark kanst tú lata teg koppseta á fleiri apotekum kring landið, og tær nýtist ikki at biðja um tíð til koppseting frammanundan.
Tað er altíð irriterandi at gerast sjúkur. Men, hjá summum kann virussjúka gerast álvarsom. Hon kann føra til innleggingar á sjúkrahús, og í ringasta føra kann hon verða orsøk til deyða.
Fólk, sum serliga eru í vandabólki, tá virussjúkur ganga, eru fólk, sum eru 65 ár og eldri, fyritíðarpensjónistar, fólk við kroniskum sjúkum, fólk sum hava eitt BMI hægri enn 40, kvinnur sum eru komnar ávegis við barnsburði og fólk annars, sum hava niðursetta immunverju.
Øll hesi kunnu í Danmark fáa ókeypis koppseting móti virussjúku. Fólk, sum ikki eru í hesum vandabólkum, kunnu eisini fáa koppseting móti gjaldi.
Heimsheilsustovnurin WHO og ES stremba eftir, at 75 prosent av teimum, sum eru í vandabóki, verða koppsett.
Í fjør heyst vórðu umleið 50 prosent í nevndu vandabólkum koppsett í Danmark, og bæði Heilsumálaráðið og Apotekarafelagið arbeiða fyri, at enn fleiri fara at lata seg koppseta í heyst.
Koppingarevnið ger, at tú ert í minni vanda fyri at verða smittaður – at tú endar á sjúkrahúsi ella í ringasta føri doyr av sjúkuni. Koppsetingin ger eisini, at tú ert í minni vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkur, um tú kortini verður smittaður.
##med2##
Í Danmark kanst tú koma beint inn av gøtuni og á eitt apotek at fáa koppsetingina, og tað er ikki neyðugt at biðja um tíð. Í fjør vórðu 65.000 danir soleiðis koppsettir móti beinkrími á donskum apotekum, og í ár verður koppingarevnið atkomiligt hjá enn fleiri donskum apotekum.
Onnur ár hava fólk fingið bjóðað koppseting móti virussjúku frá 1. oktober, men í ár verða tey fyrstu koppsett í Danmark frá 1. november, tí funnið er út av, at sjúkan toppar seinni í tíðarskeiðnum.
Koppingarevnið í kroppinum minkar stigvíst, og verður tú koppsettur seinni, merkir tað, at verjan er betri, tá vandin er størstur. Tilmælt verður, at koppsetingin fer fram frá 1. november og fram til 15. januar, tó fyri kvinnur við barn og fólk við veikari immunverju til endan av februar.
Koppsetingin verjir í seks til tólv mánaðir, og tí er neyðugt at lata seg koppseta á hvørjum ári fyri at nøgdin av mótevni skal vera í kroppinum.
Á hvørjum ári verður koppingarevnið lagað til slag av virussjúku, sum er mest sannlíkt fer at raka, tá veturin kemur, og tillagingin verður gjørd av einum stórum alheims netverki av miðstøðum undir Heimsheilsustovninum.
Tá koppingarevnið passar til virussjúkuna, sum er í umfari, fyribyrgir koppsertingin 70-90 prosent av sjúkutilburðunum, sum annars høvdu verið millum ung og frísk fólk.
Millum tey eldru er verjan móti vanligum beinkrími nakað lægri, men verjan móti álvarsligum eftirsjúkum, innleggingum á sjúkrahús og deyðsføllum millum eldri minkar við út við 50 prosentum.
Á donsku heimasíðuni apoteket.dk/influenzavaccination finnur tú nærmasta apotek í Danmark, sum veitir koppsetingar móti beinkrími.
In.fo kann leggja aftrat, at tað er ikki møguligt at fáa koppseting móti virussjúku á føroysku apotekunum, eins og møguligt er á fleiri apotekum í Danmark. Á Tjaldurs Apoteki í Havn siga tey, at hetta hevur verið frammi, men sum er – og heldur ikki nú í heyst – verður hetta ein møguleiki.
Keldur: Statens Serum Institut