Føroyskir rennarar, sum um vikuskiftið luttóku í VU-Spelen í Gøteborg, hava sett bæði fleiri føroysk met og fleiri persónlig met, fyri Føroyar luttóku Jóan Karl Joensen og Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum, og Jan Elmari Sørensen úr Treysti.
Leygardagin skuldu øll trý í eldin. Bjørk Herup Olsen legði hart út við at seta nýtt føroyskt met hjá kvinnum og bólkamet á 1.500 m teininum við tíðini 4.48,41 min, sum er næstan 6 sekund skjótari enn gamla metið á 4.54,19 min., ið Bjørk sjálv átti. Hetta frálíka úrslit rakk til eitt 5. pláss í bólkinum gentur 17 ár, har tilsamans 29 luttakarar vóru við. Eftir frálíka úrslitið hjá Bjørk, skuldi Jan Elmar royna seg á 1.500 m teininum. Her setti hann eisini persónligt met við tíðini 4.29.52 min, sum er stór framgongd hjá honum.
Seinni leygarkvøldið luttók Jóan Karl Joensen á 400 m teininum hjá monnum. Hann megnaði at renna teinin uppá 52,96 sek, sum eisini er persónligt met. Gamla persónliga metið var 53,07 sek.
Sunnudagin gekk aftur sera væl í VU-Spelen í Gøteborg. Bjørk Herup Olsen rann 800m í bólkinum gentur 17 og hon setti bæði persónligt, føroyskt met fyri kvinnur og bólkamet, tá hon rann teinin uppá 2.21,50 min. Sera flott av Bjørk, sum sostatt hevur sett nýggj føroysk met á bæði 800m og 1.500 um vikuskiftið á Nya Ullevi í Gøteborg.
Jóan Karl Joensen rann sunnukvøldið 800m. Tað gekk væl, og rann hann bestu tíð hjá sær á teininum í ár, tá hann kom á mál við tíðini 2.01,39 min.