Barnabati hevur fingið 270 umsóknir um jólahjálp í ár. Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, sigur, at nakrar umsóknir eru væntandi afturat. Men hann sigur, at hetta eru einar 40 umsóknir fleiri enn tey fingu í fjør, tá ið umsóknirnar vóru 230 í tali.
Enn dugir hann ikki at siga, hví talið er størri í ár, um orsøkin rætt og slætt er, at barnatalið er vaksið, ella um tað er tí at fátækadømið er vaksið.
Jólahjálpin verður latin sum gávukort og aðalskrivarin sigur, at nú verða umsóknirnar viðgjørdar. Hann sigur, at miðað. Verður eftir at senda gávukortini tíðliga í næstu viku.
Av tí at umsóknirnar ikki eru viðgjørdar, dugir Djóni Eidesgaard ikki at siga um allar verða gingnar á møti. Hann dugir heldur ikki at siga, hvussu stór gávukortini verða, men tað veldst alt um, hvussu stórar familjurnar eru, sum fáa hjálp. Men hann sigur kortini, at gávukortini eru upp á minst 1.500 krónur, men so kunnu tey verða størri, alt eftir, hvussu stórar familjurnar eru.
Jólahjálpin verður latin eftir inntøkuni hetta seinasta hálva árið, men lagt verður eisini upp fyri serligum umstøðum, og lagt verður eisini upp fyri sjúku ella øðrum, brádliga íkomnum støðum, sum ávirka umstøðurnar.