Fleiri ferðandi enn áður

Væntandi fer ferðafólkatalið at økjast, og tað er farið at merkjast, at ferðandi nú aftur vilja leggja leiðina til Føroya.

Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, nú landsstýrið hevur tikið avgerð um at linka um almennu koronatiltøkini í mun til ferðandi úr Danmark, Týsklandi, Íslandi, Norra og Grønlandi.

– Tað eru fleiri ferðafólk nú, enn tað hava verið, hóast tey ikki eru líka nógv, sum tey áttu at verið.

Vónirnar fyri summarið eru frægari enn áður, men kortini væntar Rúni Vang Poulsen ikki, at summarið verður eins gott, ið tað annars hevði verið uttan korona.

– Vit vænta eitt støði, sum er nokk so nógv lægri enn eitt vanligt ár, sigur Rúni Vang Poulsen og leggur aftrat, at starvsfólkahópurin umborð á Norrønu fer at vera nakað minni, enn hann hevði verið við einum fullum skipi.

Bæði Vága floghavn og Atlantic Airways krevja, at ferðandi skulu vera í góðkendari masku, tá tey ferðast til og úr Føroyum.

Tað verður kortini ikki kravt umborð á Norrønu, tí at umstøðurnar har er øðrvísi enn í einum flogfari.

– Vit hava nógv betri pláss umborð á Norrønu, og fólk sita ikki so tætt. Men vit fylgja øllum almennu tilmælunum, sum eru galdandi viðvíkjandi frástøðu. Til dømis verða ikki øll borðini brúkt og líknandi.

Norrøna eru framvegis í vanligari sigling, men hon byrjar upp á summarsiglingina 27. juni, sum er nakað seinni enn vanligt, sigur Rúni Vang Poulsen.