Fleiri festu í Scandinavian Star

Ein dani, sum hevur verið undir illgruna fyri at hava kynt eldin umborð á ferjuni Scandinavian Star í 1990, verður nú reinsaður. Tað var ikki Erik Mørk Andersen, sum setti eld á ferjuna Scandinavian Star í Skagerrak tann 7. apríl í 1990.

Erik Mørk Andersen var millum tey 159, sum doyðu í vanlukkuni, men nú siga tveir svenskir verkfrøðingar, sum hava kannað tilburðin, at tað var ikki hann, sum setti eld á skipið.

Verkfrøðingarnir Pierre Palmberg og Henrik Georgsson søgdu longu í 2006, at tað vóru fleiri fólk, sum settu eld á Scandinavian Star. Teir siga við danska kringvarpið, at tey, sum settu eld á høvdu góðan kunnleika til skipið og ta teknisku útgerðina umborð.

-Vit kunnu við vissu siga, at Erik Mørk Andersen setti ikki eld á Scandinavian Star, sigur Pierre Palmberg við DR.