Fleiri føroyingar finnast at landsstýrinum á sosialu miðlunum: Vantandi virðing og dupultmoralur

Landsstýrið raðfestir sambært kritikkarunum ríkisfelagsskap framum egnu tjóð og fólk

Fleiri føroyingar hava á sosiala miðlunum skrivað, at tey eru hørm um, at landsstýrið tekur møguleikar frá – og avmarkar føroysku borgararnar við at avlýsa stevnur o.a., men samstundis velja at skipa fyri stórum tiltaki, tí drotningin kemur til Føroya.

 

Onkur vísir á, at hetta er dupultmoralur, og at landsstýrið skúgvar føroyska mentan til viks. Landsstýrið raðfestir sambært kritikkarunum at raðfesta ríkisfelagsskapin heldur enn egnu tjóð og fólk. Hetta er vanvirðiligt, skrivar ein.

 

Atfinningarnar fara fram á sosiala miðlinum “Instagram”:

 

– Alt gott um drotningina, men shit ein dupult-moralur, vit koyra her heima. Vit feia føroyska mentan undir teppið, avlýsa ALT, sum samlar okkum sum tjóð, men vit loyva hesum framum. Hvat er hetta fyri eitt landsstýrið, vit hava? spyr Ásla Breyt á Instagram, og fleiri hava deilt hetta.