Fleiri frávelja jólini í Føroyum

- og leita sær suðureftir í staðin.

Í hesum veðrinum vit hava í dag, eru tey ivaleyst nógv, sum droyma seg suðureftir til heitari lond. Seinastu árini eru tey eisini nógv, sum gera nakað við tað. Tí eftirspurningurin eftir at halda jól og nýggjár uttanlands, er vaksin nógv seinastu árini.

 

- Vit síggja eitt mynstur, sum vísir, at fólk rýma undan jólaresinum og fara heldur í sólina. Tað er bæði jólaaftan og á nýggjárinum, at fólk fara í heitari lond og frávelja alt rennaríið um høgtíðirnar, sigur Bergur Thomsen, stjóri í ferðaskrivstovuni 62n.

 

Eftirspurningurin eftir at sleppa burtur um jólini er vaksin nógv, og á skrivsstovuni hjá 62n hoyra tey nógvar ymiskar grundgevingar fyri hví so er.

 

- Vit hava tosað um tað á skrivstovuni, og tað tykist sum fólk vilja suðureftir um jólini, serliga orsaka av øllum tí resinum, vit skulu um jólini, og fólk tíma tað ikki. Summi siga eisini, at tvær, tríggjar vikur í sólini um vetrartíð ger undirverkir, sigur Bergur Thomsen.

 

Annars eru jólatúrar eisini vælumtóktir um hesa ársins tíð.

 

- Jólashopping í Edinburgh og í Keypmannahavn er væl umtókt. Serliga eru tað bindiklubbar, arbeiðspláss ella aðrir felagsskapir, sum velja at fara ein vikuskiftistúr. Tað er sjáldan tað sæst, at pør fara ein vikuskiftis shoppingtúr, greiðir Bergur Thomsen.

 

 

Tá vit koma út í januar/februar minkar áhugin fyri at fara í heitari lond, og ístaðin eru tað skíferðirnar, sum fólk leita til.

 

- Vit hava ikki so stóran áhuga fyri at fara suðureftir við ársbyrjan, og tað sæst eisini á prísinum. Men skíferðir eru sera væl umtóktar í januar og februar, greiðir Bergur Thomsen, stjóri í 62n frá.