Oslo er ein býur við ov mikið av møguleikum. Har eru nógvar ymiskar kirkjur og nógv ymisk søvn, bæði listarlig, søgulig og mentunarlig. Býurin hevur eisini tvær stórar handilsgøtur við bæði kendum og ókendum handlum. Á gongugøtunum eru eisini fleiri stórar sølumiðstøðir, sum eru væl útgjørdar við bæði handlum, kaffistovum og matstovum.
Um ferðandi til Oslo vera troytt av øllum resinum, sum er í býnum, so hevur býurin eisini fleiri grønar blettir, har til ber at hugna sær og taka sær av løttum.
Tað týdningarmesta fyri ein góðan túr er tó helst, at gistingarhúsið er gott. Ert tú nøgdur við gistingarhúsið, so er grundin løgd fyri at fáa eina góða frítíð.
Vit fara í hesum sambandi at vísa á tvey góð gistingarhús í norska høvuðsstaðnum, Oslo.
Radisson SAS Scandinavia Hotel
Radisson SAS Scandinavia Hotel liggur í miðbýnum í Oslo tætt við norska kongshúsið. Gistingarhúsið kann bjóða gestunum eitt av bestu útsýnunum í Oslo yvir sjálvan býin og fjørðin. Radisson SAS Scandinavia Hotel hevur eisini allar fyrsta floks hentleikar, sum eitt gistingarhús skal hava, og tí er eitt uppihald á hesum gistingarhúsi ofta eitt stórt og gott upplivilsi.
Øll 488 kømrini eru gjørd í einum serstøkum stíli, sum oftast gevur gestunum eitt gott uppihald á gistingarhúsinum. Gestirnir hava eisini møguleika at nýta bæði fittnessrúmið, svimjihylin og hárskeran, sum eru í kjallarahæddini á gistingarhúsinum. Radisson SAS Scandinavia Hotel hevur eisini eina góða matstovu, har køkurin hevur fingið góðan íblástur frá miðjararhavslondunum. Harafturat er ein góð barr á 21. hædd, sum ger góðar cocktails afturvið einum sera vøkrum útsýni.
Sum sagt, so liggur gistingarhúsið í miðbýnum av Oslo, og gestirnir kunnu ganga til fleiri av kendastu støðunum í býnum. Ein av gongugøtunum, Karl Johans gata, liggur eisini sera tætt við.
Radisson SAS Plaza Hotel
Radisson SAS Plaza Hotel er eisini eitt av Radisson gistingarhúsunum í Oslo. Gistingarhúsið hevur heili 37 hæddir og hevur tí sjálvsagt eitt bergtakandi útsýni yvir vakra norska høvuðsstaðin. Radisson SAS Plaza Hotel er hægsta gistingarhús í Norðurevropa, og størsta gistingarhús í Noregi.
Gistingarhúsið hevði stórar umvælingar í 2004 og 2005, og tí eru øll kømur og øki, har gestirnir eru, í sera góðum standi. Øll tey 673 kømrini hava nú eisini allar fyrsta floks hentleikar, sum eru at finna á teimum bestu gistingarhúsunum. Tráðleyst internet samband er eisini kring alt gistingarhúsið.
Gistingarhúsið hevur eisini tríggjar góðar matstovur og tvær barrir, og gestirnar hava atgongd til bæði svimjihyl, sauna og fitnessrúm og 34. og 35. hædd. Umframt hetta eru eisini góð fundarhøli á ovastu hædd.
Radisson SAS Plaza Hotel liggur annars mitt í Oslo, so gestirnir standa mest sum í hjartanum av Oslo, tá teir traðka út um dyrnar.