Býráðið í Havn hevur ein bústaðartrupulleika, av tí at alt fleiri fólk velja at flyta til miðstaðarøki, bæði av bygd og úr øðrum londum. Í løtuni hevur Tórshavnar Býráð ikki møguleika at útvega fólki, sum hava ynski um at byggja hús, eitt grundstykki.
- Havnin veksur so nógv í løtuni, at øll grundstykkini longu eru seld. Fyri nøkrum fáum árum síðani var eingin trupulleiki at ogna sær eitt grundstykki, og býráðið hevði útstykkjað nóg mikið. Hesi eru nú seld, og bíðilistin er bara vaksandi, sigur Heðin Mortensen formaður í byggi- og býarsamskipanarnevndini.
Fleiri grundstykki í Hoyvíkshaganum
Tey økini, sum býráðið hevði sett av til bústaðarøki, eru nú um at fyllast. Tí er neyðugt í nærmastu framtíð at útvega fleiri grundstykkir.
Á Hamrinum á Argjum er um at fyllast upp, og har hevur býráðið ikki ætlanir um at gera fleiri grundstykkir fyribils. Hinvegin er stórt øki í Hoyvíkshaganum, sum verður til taks at byggja hús á í næstum.
Á høgru síðu á Løgmannabreyt er eitt stórt tómt øki, sum verður útstykkjað. Hetta økið er niðanfyri tey nýggju raðhúsini, sum eru á Løgmannabreyt.
- Hetta økið er ætlað teimum, sum ikki hava hug at búgva í raðhúsum, men heldur vilja hava sítt egna sethús og sítt egna grundstykki, sigur Heðin Mortensen, so her verður ikki talan um raðhús.
- Hetta er tann lættasta og bíligasta loysnin, sum býráðið kann koma við í løtuni, sigur Heðin Mortensen.
- Tað er eisini neyðugt, at aðrir hentleikar fylgja við, og at vøggustovur og barnagarðar verður lagt, har ungfólkið koma til.
180 nýggjar íbúðir í Berjabrekku
Berjabrekka er sett av til raðhús burturav, og býráðið hevur longu samtykt, at eini 180 íbuðir skulu byggjast afturat á tí økinum. Tann ætlanin er nevnd Berjabrekka 3.
Tey nýggju raðhúsini skulu byggjast omanfyri tann varda verkstaðin Virkni, og tað er Høgni Mikkelsen, sum skal standa fyri arbeiðnum. Hann hevur eisini staðið fyri øðrum verkætlanum við raðhúsum í Havn.
Fleiri vinnuøki
Fyri at fólk, sum flyta til Havnar, skulu hava møguleikan at brúka sína útbúgving er eisini neyðugt at gera vinnuøki. Tí hevur býráðið sett øki av til vinnulívið.
Alt økið framvið Vegnum Langa frá barnagarðinum og til Løgmannabreyt er sett av til fyritøkur at byggja á, og fleiri fyritøkur eru longu kunnaðar um hetta. Ætlanin er eisini at leingja um vinnuøkið á Sandvíkarhjalla.
Beint eftir summarfrítíðina verður eisini farið í gongd við at gera eina læknamiðstøð afturat í Gundadali við síðuna av læknamiðstøðini, sum júst er bygd.
Eitt sindur av grønum eisini
Inni í Havnini eru nú nøkur øki, sum enn eru óbygd, har møguleiki kundi verið fyri at bygt íbúðir ella aðrar bygningar. Høgrumegin R.C. Effersøes Gøta yvirav SMS er eitt slíkt øki.
Heðin Mortensen vísir tó hesum aftur og sigur, at sjálvt um nøkur av hesum økjunum eru sett av til almennar bygningar, so hevur hetta býráðið ikki ætlanir um at byggja á hesum økjum. Eisini skal pláss verða fyri grønum økjum í Havnini.