B68 fer seinnapartin vestur í Vágar fyri at vinna stigini, sum eru neyðug fyri at halda tørn í kapprenningini við Víking um næstfremsta plássið, samstundis sum tey droyma um at fáa fatur á suverena oddaliðnum HB.
Øssur Hansen fór av vøllinum, tá ið B68 mikukvøldið hevði vitjan av Víkingi, og hann verður ikki við ídag. Álopsessið Jóan Símun Edmundsson sá fyri fimtu ferð í ár gult ímóti Víkingi, og hann er tískil leikbannaður.
Niklas Joensen hevur verið skaddur, men tað er møguleiki fyri, at hann verður við ídag.
07 Vestur er kroyst í botninum. Í dag hava vágamenn møguleika at toga seg nærri KÍ, sum hóskvøldið einki fekk burturúr.
Jovan Panic og Hendrik Rubeksen vera ikki við í dag, tí teir eru skaddir. Jóhan Petur á Stongum er burturstaddur.