Fyrst í januar opnaði flytingarvindeygað í teimum stóru europeisku deildunum aftur. Hóast einki merkisvert skifti hevur verið enn, eru søgurnar tó fleiri um hesa tíðina.
Størsta søgan í dag er, at Swansea áleyparin Wilfried Bony, er á veg til Manchester City. Tað ljóðar at Swansea hevur góðtikið eitt boð frá Manchester City uppá 285 milliónir krónur, og at samráðingar millum Wilfried Bony og Manchester City eru í gongd.
Ein søga, ið eisini hevur ljóðað leingi, er at Arsenal fer at keypa verjuleikaran Winston Reid frá West Ham í hesum flytingarvindeyganum. Winston Reid, ið hevur fingið sína fótbóltsuppaling í danska felagnum FC Midtjylland, hevur bert 6 mánaðir eftir av sáttmálanum við West Ham, og tí roknast við at verjuleikarin skiftir til Arsenal antin nú í januar, ella í summar.
Manchester United, sum í summar brúkti nógvar pengar, eru eisini settir í samband við einstakar leikarar. Millum nøvnini, ið ganga aftur, eru Mats Hummels úr Dortmund og Kevin Strootman úr Roma. Tað ljóðar tó, at hvørki Roma ella Dortmund eru sinnað at selja leikararnar enn.
Tað hevur eisini ljóðað í eina tíð, at Chelsea hevur verið áhuga at keypt kroatiska áleyparan, Andrej Kramaric frá Rijeka, men nú tykist meira sannlíkt at kroatiski áleyparin fer at spæla fyri Leicester. Andrej Kramaric spældi seinasta summar við HNK Rijeka móti Víkingi í Europa League.
Liverpool verður eisini javnan sett í samband við nýggjar leikarar, og áðrenn nýggjár ljóðaði fyri vist, at Liverpool fór at skifta málverjan Simon Mignolet út í januar. Tann støðan tykist tó broytt nú. Tað ljóðar tó at Liverpool arbeiðir við at knýta belgiska leikaran, Divock Origi afturat hópinum í hesum flytingarvindeyganum. Liverpool keypti í summar Divock Origi, ið felagið beinavegin leigaði út til franska felagið, Lille.
Flytingarvindeygað hevur opið allan januar mánað, og óivað verða nøkur skiftir framd.