Fleiri hundrað fólk við breki á bíðilista

ÓLUKKILIGT Fleiri hundrað fólk við breki og menningartarni eru í eini heilt óukkuligari støðu, tí tey fáa onki at búgva í og tí má gongd fáast á bústaðarbygging alt fyri eitt, halda bæði Javni og MBF

- Tað eru nógvar ætlanir, men onki kemur burtur úr.
Tað sigur Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF,
- Hetta er eitt rættiligt vónbrot, leggur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, sum felagið hjá fólki við menningartarni, afturat.
Tað, tær báðar tosa um, eru bústaðarmøguleikarnar hjá fólki við breki ella menningartarni.
Akkurát hesin spurningurin var eitt høvuðsmál á fundinum, sum Sambandsflokkurin skipaði fyri í Miðvági týskvøldið.
Á fundinum var ætlanin, at fundarfólkið skuldi fáa høvi til at fortelja Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvat tey halda um støðuna og hvørjar ábøtur tey halda, eru mest neyðugar at seta í verk.
Og tær báðar forkvinnurnar halda altso at bústaðarbygging til fólk við serligum tørvi er eitt tað mest átrokandi málið at fáa loyst.
- Eg vóni inniliga, at gongd kemur á íbúðarbygging, sigur Sigrun Wardum.

Katastrofalt
Sigrun Wardum sigur, at hetta snýr seg fyrst og fremst um virðing, tí øll hava sama rætt at vera her.
- Men summi noyðast at fáa serligar umstøður fyri at kunna hava sama rætt, sum onnur.
- Og bústaðartrotið er heilt katastrofalt, leggur hon afturat.
Leila Solmunde harmast almikið um, at politikarar ikki løgdu upp fyri hesum tá ið Húsalánsgrunnurin varð umskipaður
- Hann er besta amboðið, politikarar hava og tí er tað eitt vónbrot, at hann ikki verður hann brúktur til at fíggja leiguíbúðir við.
Hon spyr eisini, hvat verður av nógv umrødda bústaðarpakkin, sum tosað hevur verið um í nógv ár.
- Eg sakni, at politikarar taka seg saman, sigur Leila Solmunde.

40 á bíðilista
Sigrun Wardum sigur, at í løtuni standa gott og væl 40 fólk við menningartarni á bíðilista hjá Nærverkinum til at fáa bústað.
- Nógv á hesum hava heilt bráðneyðugan tørv á at fáa sín egna bústað.
Men forkvinnan í Javna veit, at nógv fleiri fólk hava stóran tørv á bústaðum, tí fleiri skriva seg slett ikki upp, tí støðan er vónleyst.
Harafturat er greitt, at tey átta fólkini á Rásini, sum er ein eftirskúli fyri menningartarnað í Runavík, verða liðug skjótt og so skulu eisini tey hava eitt bústaðartilboð.
- Sostatt er veruligi tørvurin nógv størri enn tey 40 fólkini, sum formliga standa á bíðilistanum og tað er greitt, at tað eru nøkur, sum koma í eina alvorliga klemmu, sigur hon.
Leila Solmunde sigur, at fyri so vítt er ikki so nógvir bíðilistar at seta seg á hjá fólki við serligum tørvi, sum vilja hava egnan bústað.
- Talan eri ikki bara um fólk við breki og menningartarni. Talan er eisini um fyritíðarpensjónistar, avlamispensjónistar, fólkapensjónistar, stakir uppihaldarar og aðrar bólkar av fólki, sum hava so lága inntøku, at tey ongan møguleika hava at byggja sær egin hús.
- Einasti møguleiki, tey nú hava, er búgva heima, ella fáa sær eina íbúð, sum í mongum førum er bæði dýr og í vánaligum standi.

Tóku yvir 20 milliónir
Sigrun Wardum sigur, at sum støðan er nú, kann ongin vænta at fáa bústað uttan so at onkur, sum longu hevur bústað, antin flytir av landinum ella doyr.
Og teir bústaðirnir, sum eru til taks, eru bara vanlig sethús, har búfólkini hava sítt egna kamar, men har tey hava felags køk, stovu, wc og baðiverilsi.
- Tað er at kalla púra tilvildarligt hvør býr saman við hvørjum og mong kenna ikki hvønn annan. Umstøðurnar eru so vánaligar, at ongin sleppur at velja, hvørjum tey vilja búgva saman við.
Men so spyr Sigrun Wardum eisini:
- Hvør av okkum vil búgva í búfelagsskapi alt lívið?
- Tað kann vera stuttligt, tá ið mann er ungur, men ikki alt lívið, leggur hon .
Forkvinnan í Javna staðfestir, at tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð smíðað saman í samgonguni, fegnaðust tey um, at ætlanin var at seta yvir 30 milliónir av til bústaðarbygging til fólk við serligum tørvi.
Men tá ið fíggjarlógin varð samtykt, vóru bara 10 milliónir eftir, tí Løgtingið skarvaði restina av játtanini.
- Hetta var eitt stórt vónbrot, tí øll eru so vælviljað at tosa við, men tá peningurin skal játtast, er skjótt at gloyma og orðini verða ikki víst í verki.

40 fólk –nei takk
Tá ið tosað verður um bústaðir til fólk við serligum tørvi, skal talan vera um vanligar bústaðir.
Tað staðfestir Sigrun Wardum, forkvinna í Javna.
- Fólk við serligum tørvi skulu búgva akkurát sum øll onnur, leggur hon afturat.
Hon sigur, at talan kann gott verða um at tey búgva í einum íbúðarblokki.
- Men talan skal ikki verða um ein stovn, sum skilir seg burtur úr aðrari bygging og har tað verður víst fyri øllum, at her býr ein serligur bólkur av fólki.
Sum tað sæst í aðrari grein, standa eini 50 fólk við menningartarni á bráðneyðugum bíðilista til at fáa bústað.
Og forkvinnan í Javna hevur hoyrt graml um, at ætlanin er at byggja ein stóran stovn til eini 40 fólk fyri at fáa bíðilistan av vegnum.
- Men tað verður undir ongum umstøðum góðtikið, staðfestir hon.
Hon sigur, at øll fólk hava rætt at gera av, hvar tey vilja búgva og saman við hvørjum og hesin sami rættur er eisini galdandi fyri fólk við menningartarni, og tey skulu ikki stúvast saman í ein stovn onkustaðni.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum sigur, at eina slíka ætlan hevur hon ikki hoyrt um og trýr ikki uppá, at tað er nakar sum gongur við tílíkum ætlanum.
- Vit skulu hava heim og ikki stovnar, sigur hon og leggur afturat.
- Fólk skulu búgva inni í sínum egna heimi, hóast tey búgva á stovni og øll skulu hava sjálvsavgerðarrætt, hvar tey so búgva.