Fleiri íbúðir á veg í Havn – og vit seta fulla ferð á

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Síðstu dagarnar er boðað frá tveimum privatum verkætlanum við tilsamans 115 íbúðum.

Íbúðarbygging hjá Mark við Oyggjarvegin - 45 bústaðir

– Vit fara nú at seta fulla ferð á íbúðarbygging. Tað hava vit sagt, og tað ætla vit at halda.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Í vikuni, sum fór, var boðað frá tveimum stórum privatum verkætlanum, har bygdar verða til samans 115 bústaðir. Onnur er við Miðhorn, har Articon fer at byggja 48 leiguíbúðir og 22 raðhús. Hin við Oyggjarvegin, har Mark fer at byggja 45 leiguíbúðir.

Heðin Mortensen vísir á, at kommunan fer at stykkja út eina stóra útstykking á Argjum.

– Har er ætlanin at tað verða 150 bústaðareindir. Bæði sethús og rað hús, ein blandað bygging. Vit eru í ferð við at projektera vegirnar, tá tað er gjørt, verður stykkjað út, sigur Heðin Mortensen.

 

##med2##

Tað snýr seg um økið sunnan fyri skúlan og barnagarðin á Argjahamri, og niðan um barnagarðin og eitt sindur norðureftir.

– Ætlanin er at knýta økið í verandi bygging norðan fyri skúlan, og at flyta vegin út á Glyvursnes niðan frá verandi búseting, so hann ikki órógvar ov illa. Hann ligur beint við markið, og tað ber ikki til, sigur Heðin Mortensen.

Við verkætlanini hjá Mark við Oyggjarvegin verður fyri fyrstu ferð bygt oman fyri sjálvan Oyggjarvegin. Har er sera gott útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð, og borgarstjórin væntar, at har fer at verða bygt enn meira.

 

##med3##

– Har er møguleiki at byggja enn meira longur norðureftir við Oyggjarvegin, sigur Heðin Mortensen, sum sær fyri sær ein nýggjan býling har uppi.

Mark hevur annars eina aðra verkætlan, sum teir ikki eru slopnir víðari við. Teir hava bygt 45 íbúðir úti á Argjum, har teir upprunaliga fingu loyvi at byggja 90. Men býráðið tók tað loyvið aftur og lovaði teimum nýtt grundøki til restina av verkætlanini. Men hetta málið steðgaði kommunala eftirlitið, og tí stevndu Mark undanfarna býráð fyri tað.

– Vit royna at loysa hetta málið við at finna teimum eitt nýtt grundøki, sum teir kunnu keypa, so vit sleppa undan sakarmálinum, sigur Heðin Mortensen.

Longri frammi liggur eisini ein ætlan um at stykkja út stórt øki við Stórutjørn í Hoyvík.

 

##med4##

 

##med5##

 

Íbúðarbygging hjá Mark við Oyggjarvegin - 45 bústaðir

Ætlanin hjá Articon við Miðhorn í Havn – 70 bústaðir

Útstykkingarætlanin á Argjum sunnan fyri skúlan og barnagarðin