Fleiri kvinnur enn menn flyta aftur til Føroya

Studni punkterar páhaldið um, at tað eru nógv fleiri kvinnur, sum verða verandi uttanlands eftir loknan lestur

 

Tað er ikki rætt, at tað í stóran mun eru kvinnur, sum ikki flyta heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving uttanlands.

 

Tað heldur Terji á Lakjuni, stjóri í Studna.

 

Studni hevur gjørt eina uppgerð yvir, hvussu nógvir føroyingar hava tikið útbúgving uttanlands hesi seinastu níggju árini.

 

Síðani er hugt eftir, hvussu nógv av hesum fólkum búðu í Føroyum í mai í ár.

 

Terji á Lakjuni, stjóri á Studna, sigur, at yvirlitið er gjørt á tann hátt, at tey hava kannað, nær lesandi seinast hava fingið studning frá Studna.

 

Tað hava tey tikið sum tekin um, at tey eru liðug at lesa.

 

Samstundis hava tey kannað eftir hjá Landsfólkayvirlitinum, hvussu nógv av teimum búðu í Føroyum í mai í ár.

 

Yvirlitið vísir, at tað tilsamans er tað bara ein lítil helvt av teimum, sum flyta heim aftur.

 

Men tað hevur altíð verið sagt, at tað í høvuðsheitum eru kvinnurnar, sum ikki flyta heim aftur.

 

Terji á Lakjuni sigur, at hetta er ikki allur sannleikin.

 

Tilsamans hava 1.309 kvinnur og 931 menn tikið útbúgving uttanlands hesi árini, ella tilsamans 2.240 fólk

 

- Sostatt eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum fara uttanlands at lesa. Men lutfalsliga eru tað eisini væl fleiri kvinnur, sum koma aftur til Føroya eftir lokna útbúgving, enn tað eru menn, sigur stjórin í Studna.

 

Tilsamans vísir uppgerðin hjá Studna, at tilsamans eru tað 50 prosent av kvinnunum, sum flyta heim aftur til Føroya eftir loknan lestur, men bara 47 prosent av monnunum.

 

Men summi ár er rættiliga stórur munur á.

 

Lutfallið ímillum kvinnur og menn, sum flyta heimaftur eftir loknan lestur, hevur verið hetta hesi seinastu níggju árini.

 

2004 vóru 109 kvinnur og 81 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 62 kvinnur, ella 57 prosent og 49 menn, ella 60 prosent, í Føroyum. Miðal er 58 prosent.

 

2005 vóru 105 kvinnur og 95 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 49 kvinnur, ella 47 prosent og 55 menn, ella 58 prosent, í Føroyum. Miðal er 52 prosent.

 

2006 vóru 119 kvinnur og 106 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 66 kvinnur, ella 55 prosent og 45 menn, ella 42 prosent, í Føroyum. Miðal er 49 prosent.

 

2007 vóru 129 kvinnur og 94 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 66 kvinnur, ella 51 prosent og 53 menn, ella 56 prosent, í Føroyum. Miðal er 53 prosent.

 

2008 vóru 160 kvinnur og 100 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 84 kvinnur, ella 53 prosent, og 49 menn, ella 49 prosent, í Føroyum. Í miðal er talan um 51 prosent.

 

2009 vóru 181 kvinnur og 98 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 89 kvinnur, ella 49 prosent, og 39 menn, ella 40 prosent, í Føroyum. Miðal er 46 prosent.   

 

2010 vóru 131 kvinnur og 94 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 69 kvinnur, ella 53 prosent og 43 menn, ella 46 prosent, í Føroyum. Miðal er 50 prosent.

 

2011 vóru 163 kvinnur og 124 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 75 kvinnur, ella 47 prosent og 57 menn, ella 46 prosent, í Føroyum. Miðal var 46 prosent.

 

2012 vóru 212 kvinnur og 139 menn lidnir við útbúgvingina. Í mai í ár búðu 91 kvinnur, ella 43 prosent og 52 menn, ella 37 prosent, í Føroyum. Í miðal var talið 41%.

 

Terji á Lakjuni heldur kortini, at hesi tølini fyri 2012, skulu takast við ávísum fyrivarni, tí talan kann vera um, at tey flyta heim so við og við.

Men hinvegin vísa tølini eisini, at antin flyta heim aftur nakað skjótt, ella flyta tey slett ikki heim aftur.