Í januar vóru løntakararnir 26.282 í tali. Løntakaratalið er støðugt økt síðani 2013, tá løntakarararnir vóru um 23.700 í tali, skrivar Hagstovan.
Tað eru serliga konufólkini, sum eru vorðin fleiri í tali á arbeiðsmarknaðinum. Líta vit aftur í tíðina síggja vit, at fyri 10 árum síðani vóru á leið líka nógv mannfólk til arbeiðis sum nú, meðan eini 300 fleiri konufólk eru farnar út á arbeiðsmarknaðin.
Um hugt verður eftir løntakaratalinum býtt á vinnugreinar, so sæst, at vøksturin fyrst og fremst er í byggivinnuni og í privatu tænastuvinnunum. Talið av løntakarum í almennum starvi og í fiskivinnuni liggur mest sum í stað.
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum, tá lønin verður útgoldin, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella útlendsk fyritøka.