Fleiri lond hava gjørt krav uppá Norðpólin.
Grønland hevur saman við Danmark latið eina grundgeving inn til nevnd undir ST, ið umsitur økið, um hví Grønland eigur rætt til økið norðanfyri.
Um eitt land ger krav uppá eitt økið, ið liggur uttanfyri 200 fjórðingar, skulu góðar landafrøðiligar grundgeving fylgja við og tað hava danir og grønlendarar arbeitt uppá seinastu tvey árini.
Økið, ið Grønland ger krav uppá yvirlappar við krøvini hjá Kanada, Íslandi, Norra og Russlandi.
Økið kring Norðpólin hevur verið eitt heitt evnið í nógv ár. Í framtíðini fara nógvir møguleikar at liggja í økinum. Bæði hvat viðvíkur fiskaríið, ið er partvíst friða í løtuni, men eisini innan útvinnan av náttúruevnum og siglingarleiðini, ið opnar seg meir og meir í tráð við at ísurin minkar.