Fleiri lyklaspælarar skaddir

Bólkur 2: Toftamenn hava rættuliga havt undanvind í bólkaumfarinum

Um vit meta út frá úrslitunum, so kann ikki sigast annað, enn at tað rættuliga hevur gingið undan hjá B68 í bólkaumfarinum. Fjórða sigurin av fýra møguligum vunnu teir á Sandi sunnudagin.

Jóannes Jakobsen heldur seg neyvan vera komnan á mál, hvat viðvíkur at skipa bæði verjuspæl og álopsspæl, men tað man kennast hugaligt, at úrslitini hava verið so góð.

Á hinari síðuni var tað ein rættuligur hvøkkur fyri B68 nú so stutt undan fyrsta umfarinum í landskappingini, at tveir av lyklaspælarunum noyddist av vøllinum, tá dysturin var hálvrunnin. Talan var um vongverjarnar báðar. Jan Petersen hevði fingið ein løst í fótin, og Jákup Eli Olsen hevði trupulleikar í ryggingum.

Skaðarnir gjørdu, at tveir av ungu toftamonnunum ? Mannbjørn Nesá og Jann Ingi Petersen ? fingu dystarvenjing í fremstu røð, og tá tjúgu minuttir vóru eftir, kom tann triðji ungi maðurin, Kristian Poulsen, á vøllin fyri álopsmannin Marcello Marcolino.

Sandoyingar vóru eisini skerdir hesa ferð. Miðvallarin Julian Floresco, sum hesa ferð skuldi vera millum teir fyrstu ellivu, varð skaddur undir venjing fríggjakvøldið, og tískil kundi hann ikki spæla við. Hetta hevði broytingar við sær, sum m.a. bóru pláss við sær í álopinum fyri blaðunga Kristoffuri Vidtfeldt.


Málini

Tað er framvegis sjónskt, at fótbóltsárið er ungt. Í løtum hekk spælið væl saman, og viðhvørt var tað eitt sindur fløkjasligt.

Tað er eingin loyna, at toftamenninir hava nógvar royndar spælarar, og at tað er nógv teprari hjá sandoyingum, sum hesa ferð spældu uttan skadda Bjørn Thorsteinsson. Serliga í 1. hálvleiki vóru gestirnir leikliga greitt omaná. Í 2. hálvleiki vóru teir á heimaliðnum meiri við.

Fróði Benjaminsen setti hol á, tá hann í høgru tamdi langan diagonalbólt úr vinstru og sendi framvið Valdemar Nowisci. Tá vóru ellivu minuttir farnir, og 25 minuttir seinni økti Súni Fríði Johannesen. Marcello Marcelino lyfti inn um eitt sindur tøvandi verjuna, B71 málverjin royndi at boksa bóltn burtur, men hann fór í ryggin á Jógvani Jón Petersen, og so var álopsmaðurin fyrstur á.

B68 økti til 3?0, áðren B71 slapp upp í part. Ta ferðina var tað Marcello Marcelino, sum skoraði.

Sandoyingar umskipaðu í 2. hálvleiki. Jógvan Jón Petersen, sum hevði verið miðverji, fór í álopið, og Ernst Løkjá kom í miðverjuna. Tá umfarið var hálvrunnið, minkaðu teir um munin. Rúni í Soylu, sum sman við Eli Hentze spældi á miðvøllinum (teir hava higartil verið í álopinum) var málskjútti.

Í málinum hava sandoyingar Valdemar Nowisci, og hann staðfesti enn eina ferð, at hann er teimum hollur. At førleikin framvegis er avbera góður kom ikki minst til sjóndar, tá Øssur Hansen úr 18 metrum sendi fríspark heilt upp í málhornið. Av Sandi frætta vit, at bjargingin hjá Valdemari var framúr góð.


B71: Valdemar Nowisci ? Bernhard Petersen, Bergleif Sólsker, Jón Brekku, Jógan Jón Petersen, Bernhard Petersen ? Rúni í Soylu, Eli Hentze, Kári Nielsen ? Kristoffur Vidtfeldt, Kári Sørensen

B68: Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen, Marlon Jorge, Eyðstein Skipanes ? Marcello Marcolino, Súni Fríði Johannesen