Tað letur til, at fótbóltshugaðir føroyingar hava fingið ta trongdina at síggja føroyska landsliðið á útivølli, sum teir høvdu frá 1990 av og fram til at samfelagskreppan steðgaði hesum.
Fótbóltslandsliðið fer mikudagin til Litavia, har teir skulu spæla annan leygardag, men tá vera umframt teir átjan spælararnar, venjara og hjálparvenjara, onnur hjálparfólk og umboð fyri pressuna bara nakrir heilt fáir áskoðarar í ferðalagnum.
Tá dysturin verður liðugur í Vilnius og móðu spælararnir hava fingið uppibornu náttarhvíldina, fara teir beinleiðis til Aberdeen, har EM undankappingardysturin móti Skotlandi verður spældur annan mikudag. Tað er pláss fyri 21.634 áskoðarum kring vøllin í Aberdeen, og meta vit út frá áhuganum higartil, so vera føroyingarnir kring vøllin ikki so heilt fáir.
Higartil hava 500 áskoðarar rindað fyri ferðina, sum Smyril Line skipar fyri við Norrønu í sambandi við dystin, og eftir hvat vit hava skilt, so hava fleiri enn eitt hundrað rindað fyri ferð við Atlantsflog. Tað verða tríggjar ferðir gjørdar við flúgvara. Ein, sum er frá 7. og til 10. oktober í Vilnius í Letlandi, ein, sum er frá Føroyum umvegis Vilnius og til Aberdeen og sum er frá 7. og til 14. oktober, og so ein, sum er niður til Aberdeen við fráferð úr Føroyum 12. oktober og heimferð 15. oktober. Landsliðið spælir í Aberdeen mikudagin 14. oktober.
Tað eru framvegis pláss eftir bæði við skipinum og við flogfarinum, og kenna vit føroyingin rætt, so er einki at ivast í, at tey verða fleiri, sum fara at taka avgerð um at fara við, sum tað fer at nærkast fráferðini til Aberdeen.
Milliónirnar
Tá tað skal metast um, hvussu stórar upphæddir føroyskir fótbóltsáskoðarar fara at brúka í sambandi við ferðina til Aberdeen, verður talan bara um eina runda meting. Prísirnir á ymsu flogferðunum eru ymiskir, og tað eru teir eisini við Norrønu. Tað veldst um, hvussu ferðafólkið ynskir at ferðast, og so er tað sjálvandi sera ymiskt, hvussu nógv tey ferðandi brúka umborð á skipinum og í flogfarinum, og meðan tey eru í Aberdeen.
Men rokna vit við, at túsund fólk fara avstað, so er tað neyvan langt við síðuna av, um vit siga, at samlaða nýtslan hjá øllum teimum, sum fara av landinum, verður í minsta lagi fýra milliónir krónur. Ta upphæddina koma vit til, um hvør áskoðari í miðal brúkar fýra túsund krónur til ferðing og annars alt annað, sum fylgir við, tá føroyingar ferðast uttanlands.
Ongar inntøkur
til útreiðslurnar
Tað er ikki ilt at ímynda sær, at ein sovorðin fótbóltsferð uttanlands kastar nógv av sær, eitt nú til feløgini, sum standa fyri flutninginum og til gistingarhús, matstovur og annað virksemi, sum í Aberdeen er rættað móti ferðafólkum.
Men eingin av hesum hevði fingið eitt klovið oyra burturúr, um Fótbóltssambandið ikki hevði eitt landslið, sum fór uttanlands at spæla. Ein áhugaverdur spurningur er tískil, hvat FSF fær burturúr virkseminum hjá landsliðnum.
Á aðalfundinum verður grannskoðaður roknskapur almannakunngjørdur, og tá fæst innlit í, hvørjar inntøkur landsliðið kastar av sær.
Inntøkurnar av landsliðnum eru bara á heimavølli, og í ár hevur landsliðið bara spælt ein heimadyst ? minnisríki dysturin móti Kekkia 6. september.
Tað vóru 2.587 áskoðarar, og av teimum rindaðu 2.267 atgongugjald. Hinir vóru tíðindafólk, VIParar og onnur, sum hoyra til, tá tað er landsdystur. Rokna vit út frá tølunum seinnu árini og prísinum á atgongumerkjum í ár, so er tað neyvan langt við síðuna av at siga, at inntøkan, sum FSF fekk burturúr 6. september, lá um 230 túsund krónur. Og hetta er ikki stórt meiri, enn tað, sum skal til fyri at gjalda útreiðslurnar, ið eru hvørja ferð, landsliðið spælir, t.d. samsýning til spælararnar, lækna, fysioterapeut, uppihald, mat og aðrar útreiðslur.
Tað vil við øðrum orðum siga, at um vit taka stuðulssáttmálan við Atlantsflog burturúr, so hevur FSF í ár ongar inntøkur fingið úr Føroyum at gjalda útreiðslurnar við, ið standast av útidystunum. Vit hava fregnast í FSF, og har siga teir, at í alt kostar ferðin til Letlands og Skotlands millum seks og sjey hundrað túsund krónur.
FSF hevur aðrar inntøkur, t.d. fáa teir frá UEFA part av yvirskotinum av EM endaspælinum, og UEFA letur eisini sambondunum í limalondunum ein part av yvirskotinum av Europa Cup kappingunum. Men ynskið og málið hjá FSF hevur verið, at kostnaðurin av landsliðnum í mest møguligan mun skal hvíla í sær sjálvum.
Líkist kaffibóndanum
Tá tað verður tosað um viðurskiftini millum menningarlondini og ríkaru ídnaðarlondini, og lýsingar verða gjørdar av, hvussu áhugamál í londunum, sum eru betri fyri, duga at fáa sær vinning burturúr teimum fátøku í menningarlondunum, verður kaffibóndin ofta brúktur sum dømi.
Hann stríðist og strevast, men tað er sera avmarkað, hvat hann fær av tí, sum kaffið, hann so at siga er upprunin til, verður selt fyri til tann, sum er síðstur í ketuni.
Stóri vinningurin fer til teir, sum keypa kaffi frá honum, til flutningsfeløg, tey sum skipa fyri pakking og lýsingum, umboðsmenn og soleiðis kundu vit hildið á. Men eingin av hesum hevði fingið nakað burturúr, um kaffibóndin, sum ofta er við at doyggja í hungri, ikki hevði eina vøru at selja.
Tað er ikki frítt, at støðan hjá FSF og landsliðnum líkist henni hjá kaffibóndanum. Um einki føroyskt fótbóltslandslið var, so varð ikki skipað fyri nakrari fótbóltsferð niður til Skotlands um eina góða viku, og so vóru tað fleiri, bæði heima á landi og í Aberdeen, ið ikki høvdu fingið ta inntøkuna, sum tey fáa.
UFA fíggjar
Ivaleyst hevur tað nakað við mótstøðuliðini at gera ? í hesari EM undankappingini eru tey, burtursæð frá Skotlandi, ikki serliga áhugaverd ? men tað er eisini at undrast á, at áhugin fyri at fara niður til Skotlands at síggja landsliðið er ikki so nógv minni, enn hann er at síggja landsliðið á Svangaskarði. Tórsvallarfólk vísa ivaleyst á, at tað hevði verið frægari, um landsliðið spældi í høvuðsstaðnum, og tað kann væl vera, at tey hava rætt í hesum, men tað er alíkavæl undrunarvert, at áhugin á heimavølli skal vera so lítil. Vit kunnu siga, at tað er frálíkt, at áhugin at stuðla á útivølli er so stórur, men tað sæst altso ikki aftur á heimavølli.
Spurningurin er so, hvussu leingi hønan, ið verpur gullegg, ella kaffibóndin, sum í hesum førinum er landsliðið og FSF, fer at megna at halda á. Vit hava áður verið inni á, at fíggingin av landsliðsarbeiðnum fæst úr kassanum hjá UFA, felagnum sum hevur keypt sjónvarpsrættindini frá FSF til 2004.
Í sáttmálanum millum FSF og UFA hevur týska felagið bundið seg til á hvørjum ári at lata ávísa upphædd til fígging av rakstrinum av FSF og landsliðnum. Men skal hetta roknistykkið hanga saman í longdini, so er neyðugt, at landsliðið kemur í bólk saman við londum, sum sjónvarpsfeløg kring Europa eru hugað at rinda stórar upphæddir til UFA fyri rættin at sjónvarpa frá dystunum. Síðani Føroyar vóru í bólki við Spania, hava hesar upphæddirnar verið smáar, og verður hepnið ikki størri, tá lutur næstu ferð verður kastaður, so kann tað væl vera, at neyðin fer at hava við sær, at FSF í stórum álvara fer at umhugsa at steðga altjóða luttøkuni.
Verður tað avgerðin, so er hønan, sum verpur gullegg til so mangan, ella kaffibóndin, sum syrgir fyri øllum kaffinum, burtur, og so verða tað onnur, ið fara at kenna sviðan, enn bara FSF og landsliðið.