Á Sjónámi í Klaksvík eru tey fegin um nýggju heimasíðuna, sum stovnurin nú hevur fingið.
- Vit hava leingi havt ynski um dagføringar á økinum. Vit meta, at tað er av stórum týdningi at hava eina nútíðarhóskandi heimasíðu við tilmeldingarskipan- og gjaldskipan.
Hjá Sjónámi ynskja tey, at heimasíðan verður livandi og nógv brúkt.
- Ætlanin er, at heimasíðan skal fevna um alt virksemi Sjónáms, soleiðis at tað verður lætt at fylgja við hjá starvsfólkum, lesandi og skeiðsluttakarum okkara.
In.fo kann leggja aftrat, at Sjónám í Klaksvík er tað, sum áður var Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin.
Stovnurin myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðslu av Tekniska skúla í Klaksvík, har Rúni Heinesen er stjóri, og Ragnar Ludvik er deildarleiðari.
Á Sjónámi verður dentur lagdur á, at yrkisligi og námsfrøðisligi førleikin er á høgum støði og livir upp til bestu vitanina á sínum yrkisøki, soleiðis at bæði tjóðskaparlig og altjóða viðurkend krøv verða hildin.
Tað er fyritøkan Faroe Media, ið hevur sniðgivið og forritað nýggju heimasíðuna, og tað er fyritøkan Tilmelding.fo, sum hevur syrgt fyri tilmeldingarskipanini og gjaldskipanini.