Fótbóltur
Føroyar eru nummar 196 á styrkislistanum hjá FIFA. Á sama lista er Portugal nummar 9, so uppgávan hjá føroyska A-landsliðnum verður ikki nógv størri enn tað sama, tá teir í kvøld fara á vøllin í Aviero – einar 50 kilometrar sunnanfyri Porto.
Grundleggjandi venjing
Hjá føroyska landsliðnum er talan um fyrireiking til dystirnar móti Eysturríki, Serbia, Litava og Rumenia, sum allir verða spældir í heyst. Men talan er langt ífrá um optimalar fyrireikingar, sum landsliðsvenjarin hevur.
Eitt nú eru Fróði Benjaminsen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen og Christian Lamhauge Holst ikki við í hópinum. Teir teljast allir millum avgjørdu leyklaspælararnar á landsliðnum, og tí mugu kortini blandast fullkomuliga øðrvísi, enn tey vildu verið, um fortreytirnar hjá venjaranum vóru betri.
- Tær báðar venjingarnar, sum vit hava havt, hava verið ógvuliga grundleggjandi venjingar, har vit hava roynt at fáa avtalurnar upp á pláss. Tað er givið, at verjan verður mest sum spildurnýggj, og tí mugu vit fáa gjørt púrasta greitt, hvørjar uppgávur hvør maður hevur við fríspark, hornaspark og aðrar deyðbóltsstøður.
Og tað er væl ikki tað, sum tú kanst rokna fyri heilt optimalar fyrireikingar?
- Nei, sjálvandi er tað ikki tað. Tað ber eisini við sær, at vit heilt víst koma at hava fleiri spælarar, sum í kvøld fáa sín fyrsta landsdyst. Men tað er nú ikki bara keðiligt. Tá føstu spælararnir eru frá, so merkir tað samstundis, at vit fáa møguleika at síggja onkrar av teimum, sum vit annars ikki hava sæð í landsliðshøpi. Og fleiri ferðir hava hesir yvirraskað positivt, og tað vóni eg so sanniliga eisini, at teir gera í kvøld, sigur Jógvan Martin Olsen.
Liðið
Jógvan Martin vil ikki siga, hvussu hann fer at seta liðið saman í kvøld, men hann sigur kortini somikið, at talan helst verður um fleiri nýggjar landsliðsspælarar longu í byrjunaruppstillingini.
Í málinum hevur Jákup Mikkelsen verið tryggur skansi, og tað er hann eisini framvegis. Hinvegin hevur Jógvan Martin mest sum givið René Tórgarð lyfti um, at hann sleppur at royna seg, og so er spurningurin, um nýggi maðurin verður við frá fyrsta bríksli, ella um hann kemur á vøllin eftir steðgin. Nakað sum tó er mest sannlíkt.
Í verjuni verður talan um mest sum spildurnýggja samanseting. Jónas Tór Næs spældi sín fyrsta landsdyst í Letlandi í vár, og hann verður helst á høgra bakki. Í miðverjuni verður Johan Troest Davidsen helst at síggja saman við Egili á Bø, tó at Bartal Eliasen er alternativ til seinna plássið. Á vinstra bakki er Leif Niclassen ein av møguleikunum, men Christian Høgni Jacobsen hevur áður røkt hendan sessin, og tað er væl hugsandi, at hann eisini fær bakkplássið hesaferð.
Verður Christian Høgni nýttur í verjuni, gevur tað seg nærum sjálvt, at Jákup á Borg og Símun Samuelsen røkja uppgávurnar á kantunum. Mitt á miðvøllinum verða helst Mikkjal Thomassen og Atli Danielsen, meðan Bogi Løkin verður framrættaður miðvallari. Tað gevur eitt pláss í álopinum, og tað skuldi verið løgið, um ikki Rógvi Jacobsen verður á hesum.
Tað gevur eina føroyska 4-5-1 uppstilling, ið sær soleiðis út: Jákup Mikkelsen – Jónas Tór Næss, Egil á Bø, Johan Troest Davidsen, Christian Høgni Jacobsen – Jákup á Borg, Mikkjal Thomassen, Bogi Løkin, Atli Danielsen, Símun Samuelsen – Rógvi Jacobsen.
Spælararnir á beinkinum verða tá: René Tórgarð, Leif Niclassen, Arnbjørn Hansen, Bárður Olsen, Høgni Madsen, Andreas Lava Olsen og Bartal Eliasen