Fleiri norðurlendingar við tí horvna flogfarinum

Myndugleikarnir í Danmark, Noregi og Svøríki hava boðað frá, at ríkisborgarar úr teimum trimum londunum vóru við franska flogfarinum, sum er horvið Fyrr í dag boðaði danska uttanríkisráðið frá, at seks danskir ríkisborgarar vóru við vanlukkuflogfarinum, men seinnapartin varð sagt, at talan er um ein danskan ríkisborgara. Uttanríkisráðíð sigur tó, at tíðindini eru ikki endaliga váttað.

Svensku mynduglerikarnir siga, at millum tveir og fýra svenskir ríkisborgarar vóru við franska flogfarinum, og norska uttanríkisráðið sigur, at tríggir norðmenn vóru millum ferðafólkini.

Fronsku myndugleikarnir siga, at ein triðingur av teimum 216 ferðafólkunum vóru fransmenn, og at umleið 80 vóru úr Brasil.