Fleiri og fleiri fólk í Føroyum eru til arbeiðis

– Talið á fólki, sum eru til arbeiðis í Føroyum, økist alsamt

Í juni mánað í ár vóru  27.722 fólk til arbeiðis í Føroyum. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuna yvir talið á løntakarum í Føroyum.

Sostatt eru 600 fleiri fólk til arbeiðis í Føroyum í juni í ár, enn tað vóru fyri einum ári síðani - og Hagstovan sigur, at gongdin vísir, at talið veksur alsamt.

Av teimum stívliga 27.722 fólkunum, sum vóru til arbeiðis í Føroyum, í juni, er ein yvirvág av mannfólki, tí tað vóru 14.391 menn og 13.331 kvinnur.

Nógv størstu vinnugreinarnar eru tænstuvinnurnar. Í almennum tænastuvinnum eru 9.923 fólk til arbeiðis. Her er talan um fólk, sum arbeiða í landsfyrisiting, hjá kommunur og stovnum undir ríkinum, fólk, lærarar, fólk, sum arbeiða í heilsu- og almannaverkinum, og annað.

Í privatum vinnum eru 9.197 fólk til arbeiðis, og hetta eru fólk, sum arbeiða innan fyri handil og umvæling, gistingarhús og matstovuvirki, sjóflutningur, flutningur annars, postur og fjarskifti, fígging og trygging, húshaldstænastur og felagsskapir, mentan, og annað.

Í byggivinnuna arbeiða 4.407 fólk, og í fiskivinnum arbeoða 4.195 fólk.