Fleiri og fleiri føroyingar verða 100 ár

Gongdin er greið og hon er, at føroyingar verða eldri og eldri, sigur Hagstovan

Í dag fyllir Theodor Thomassen í Sørvági 106 ár, og eftir teimum hagtølum, sum eru til taks, er tað hægsti aldur, sum nakar í Føroyum hevur rokkið.

Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari talvu.

 

Les eisini: Fyllir 106 í dag - hugsar ikki nógv um aldurin

 

Í hagtølunum hjá Hagstovuni sæst, at frá 1985 til 1. januar í ár rukku 58 fólk 100 ára aldur ella hægri.

24 av teimum blivu 100 ár, 16 blivu 101 ár, 9 blivu 102 ár og 9 blivu 103 ár ella meiri. Kvinnurnar livdu longst: 42 kvinnur og 16 menn blivu 100 ár ella meiri.

Gongdin er rættuliga greið, sigur Hagstovan og hon er, at alt fleiri verða 100 ár og eldri. Í fjør vóru 13 fólk 100 ár og eldri.

 

Í dag eru 6 fólk, sum eru 100 ár og eldri. Tríggjar kvinnur eru 101 ár, tvær kvinnur eru 102 ár og nú ein maður sum er blivin 106 ár.

 

Sambært fólkateljingini í 1977 vóru 2 kvinnur 100 ár. Í 1966 var ein kvinna, sum var 97 ár og eisini sambært fólkateljingini í 1960 var ein kvinna, sum var 97 ár.