Fleiri sethús standa í gerð á Sandi

Í góðveðrinum í dag eru enn eini sethús reist á Sandi, og flaggið veittrar í húnar hátt.

 

Tað fer nógv bygging fram í Sands kommunu í hesum døgum.

 

Á Facebook-vanganum hjá kommununi verður sagt, at heili átta sethús standa í gerð - ella eru ávegis í gerð í løtuni.

 

Í góðveðrinum í dag eru enn eini sethús reist á Sandi, og flaggið veittrar í húnar hátt fyri einum komandi heimi.

 

- Hugvekjandi og sera jaligt, at sandsbygd eigur fólk við áræði og kærleika til bygdina, soleiðis at tey velja at byggja sær heimið á hesum staði. 

 

Tað siga tey í Sands kommunu í dag.

 

Tað er sjón fyri søgn, at tað grør um gangandi fót á Sandi í hesum døgum, har fleiri sethús nú standa í gerð.

 

Í stóru útstykkingini, sum Sands kommuna hevur gjørt, verður eisini bygdur nýggjur barnagarður til umleið 100 børn.

 

##med2##

 

 

 

Átta sethús standa í gerð - ella eru ávegis í gerð í Sands kommunu í løtuni