Fleiri skaddir spælarar í Gundadali

HB lyfti seg upp aftur á silvurplássið við tryggum heimasigri ímóti Skála

Mynd: HB

HB vann í kvøld 3-0 á heimavølli ímóti Skála. Tryggi sigurin ber við sær, at HB hevur 42 stig og er trý stig frammanfyri KÍ. Víkingur er greitt oddalið við 48 stigum.

 

Málskjútti hjá HB í fyrra hálvleiki var Dávid Reynheim, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Hanus Sørensen átti uppleggið. Hetta var fyrsta málið í bestu landskappingini hjá unga HB álopsspælaranum, sum ikki hevur verið á besta liðnum síðani í apríl.

 

Órógvandi fyri feløgini í Gundadali í kvøld var tað, at fleiri spælarar vóru skaddir.

 

Áki D. Samuelsen hjá HB var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein stórur hálvur tími. Ári Mohr Jónsson hjá HB fór skaddur av vøllinum longu í 36. minutti, Skála liðformaðurin og miðverjin Jákup Jakobsen fór av vøllinum í 28. minutti, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var HB málverjin Teitur Matras Gestsson skaddur. Hann hevði annars verið mest sum arbeiðsleysur, men tá ið hann fram ímóti dystarenda fór úr málinum og sparkaði bóltin burtur, varð hann skaddur.

 

Teitur hevur verið nógv skaddur fyrr í ár, og tað sá út til, at nú var tað aftur skaði í lærkrikanum, sum argaði.

 

Skála megnaði ikki at geva HB nógva mótstøðu, og tveir minuttir eftir steðgin økti HB um munin til 2-0, og so kendist tað sum um, at spurningurin bara var, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

 

Emannuel Duah var í kvøld millum teir fyrstu ellivu, og tað var hann, sum skoraði til 2-0. Uppleggið átti innskifti Mohamed Samba. Hetta var fyrsta málið hjá Emmanuel Duah í HB búnanum. Hann hevur áður verið við í tveimum landskappingardystum og tveimum dystum í europeisku kappingini.

 

Tveir minuttir undan leikloki var tað sera væl upplagdi Hanus Sørensen, sum staðfesti 3-0 heimasigurin. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Hanus hevur ikki skorað síðani í triðja umfari, tá ið HB á heimavølli vann 4-0 ímóti ÍF.

 

Skála er á sjeynda plássi við 14 stigum. Tað eru trý stig aftur til B68 og fýra stig aftur til EB/Streym, sum er undir strikuni.

 

Leygardagin fer Skála at spæla á útivølli ímóti grannunum í NSÍ, og HB fer leygardagin at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

 

 

HB – Skála 3-0 (1-0)

 

1-0: Dávid Reynheim 21.

 

2-0: Emmanuel Duah 47.

 

3-0: Hanus Sørensen 88.

 

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Ási P. Dam, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Hanus Sørensen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Leivur F. Guttesen, Dávid Reynheim, Emmanuel Duah

 

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Atli D. Petersen – Karl Martin Johansen, Marjus Nón, Emil Rosenberg, Markus Isaksen – Maxwell Effiom

 

Mynd: HB